Býráðið játtað kloakkarbeiði: Nú verður Hoydalsá rein
Í sambandi við reinsan av Hoydalsá manglar nú bara kloakkin frá Óluvugøtu-Svartafossi at verða gjørd, fyri at áin á hesum staðnum verður rein.
Býráðið samtykti einmælt í januar at játta 200 túsund krónur til prosjektering og útbjóðing av ætlanini. Lisitatión varð hildin tann 24. apríl 2012 og inn komu 4 tilboð.
Við støði í lisitatiónsúrslitinum verður írestandi fíggjartørvur kr. 980.000,- og sostatt er samlaði fíggjartørvurin kr. 1.180.000,-. Sambært íløguætlanini fyri kloakkir 2012 eru settar 7 mió. kr. av til ymsar verkætlanir.
Tekniski stjórin, býarverkfrøðingurin og leiðarin á plan- og rakstrardeildini mæltu til at taka við lægsta tilboðnum frá Sp/f Andrias Berg og at játta kr. 980.000 krónur.
Tekniska nevnd hevur síðan samtykt at taka undir við tilmælinum og at beina málið í býráðið um fíggjarnevndina. Fíggjarnevndin samtykti málið tann 23. mai og býráðið samtykti málið í kvøld.
Kelda: www.torshavn.fo