Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Býr løgmaður yvirhøvur í Havn?

So ófatiliga lítið, løgmaður veit um sín egna høvuðsstað, so skuldi mann trúð, at hann búði onkunstaðni í útjaðaranum.

Løgmaður Kaj Leo Johannesen hevði eina sera løgna grein í Norðlýsinum í vikuskiftinum. Greinin var eitt rætiliga grovt álop á leiðsluna í høvuðsstaðnum, serliga borgarstjóran. Tað løgna var, at løgmaður ikki svaraði einum einasta spurningi, sum borgarstjórin hevði sett honum í eini nýggjárskronikki. Ongum.

Tá løgmaður sigur í samrøðuni, at ”vit hava seinastu mongu árini á hvørjum ári gjørt stórar almennar íløgur í miðøkinum”, so undrast býráðslimir í Havn stórliga. Tí hvar eru hesar íløgur?

Tá løgmaður sigur, at Tórshavnar kommuna má “fáa framt rationaliseringar, so tað verður bíligari at verða borgari í Tórshavnar Kommunu”, so øtast vit býráðslimir. Tí vit hava lítið annað gjørt enn rationaliserað seinastu árini, bæði samgonga og andstøða.

Tá løgmaður so nevnir Klaksvíkar kommunu sum eitt “skúladømi” um rationaliseringar, so undrast øll, tí meðan høvuðsstaðurin hevur framt risastórar rationaliseringar seinastu árini, hevur so Klaksvíkar kommuna part av hesi tíðini ikki verið undir umsiting av Fíggjarmálaráðnum?

Og fólk undrast eisini, at løgmaður tosar um, hvussu høgt skattaprosentið er í høvuðsstaðnum, tí Havnin hevur í veruleikanum eitt lágt meðalskattaprosent og annars góð tilboð til borgararnar. Sera góð tilboð, men fyri lutfalsliga lítlar pengar.

Hinvegin svarar løgmaður ongum spurningi frá borgarstjóranum, sum spurdi um kostnaðarstøðið, um rentu, um bíligari lán, um fólkaflyting, um skeivt býti av fólksins ogn, um útjavning og útbúgving og mentan. Tað smeyg hann sær undan.

Seinastu árini hevur Tórshavnar býráð á hvørjum ári ávarað ímóti, at verða ikki størri almennar íløgur gjørdar í útbúgving og mentan í høvuðsstaðarøkinum, so fer fólk at flyta av landinum.

Tað gera tey nú – 50 familjur fluttu sambært hagtølunum úr Havn uttanlands fyrstu 9 mánaðirnar í fjør! Men tað almenna hevur kortini enn einaferð flutt íløgurnar í høvuðsstaðarøkið nøkur ár fram.

Greinin í Norðlýsinum er so av leið, so anti-Havn, so illa undirbygd, at ein kann illtonkja, at løgmaður bara hevur latið formannin í Norðoya Sambandsfelag skrivað eftir egnum høvdi. Og tað er altso alt for vánaligt.

Levi Mørk

Býráðslimur í Havn