Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Býlingshús/eldrasambýli á Strondum

Verkseting av byggiverkætlanum

Mánadagurin 3. juni 2013 var ein fagnaðardagur fyri okkum øll og serliga fyri fólk við menningartarni ella serligum avbjóðingum, og avvarandi teirra. Henda dagin setti Annika Olsen, landsstýriskvinna í Almannamálum, spakan í jørðina til nakrar byggiverkætlanir á hesum økinum. Eitt ítøkiligt tekin um, at nú er arbeiðið byrjað í Runavík og Klaksvík, við at gera íbúðir til hesi fólkini.

Slíkar verkætlanir krevja fyrireikingartíð, men nú fegnist eg um, at arbeiðið veruliga er byrjað. Tíðin er komin, at hesi fólkini fáa eina endaliga loysn á íbúðartrupulleikum teirra.

Tørvur á býlingshúsi/eldrasambýli á Strondum

Á eldraøkinum halta vit í Eysturoynni framvegis afturút, m.a. tí, at arbeiðið við at byggja býlingshús/eldrasambýli á Strondum, ikki er byrjað enn. Mín meting er, at tað langa strekkið frá Selatræð og inn á Skála, har nógv fólk býr, ikki hevur verið tikið við í nóg stóran mun, tá talan er um bygging av røktarheimi, eldrasambýli, íbúðir til menningartarnað, gerontopsykiatriskar íbúðir o.a., sjálvt um kanningar hava víst, at tørvur er á slíkari bygging í økinum.

Tí vil eg heita á Anniku Olsen, um at seta av neyðugar pengar á fíggjarlógini fyri 2014 til tað byggiverkætlan, við broytingum, sum Sjóvar kommuna, eftir nágreiniliga kanning og viðgerð, lat gera í 2007, og sum nevndist “Býlingshús á Strondum.” Bæði Nærverkið og verkætlanarbólkurin, sum varð umboðaður av Sjóvar kommunu, eldraøkinum, trivnaðartænastuni og stuðultænastuni, góvu sítt tilmæli yvir fyri Almanna- og Heilsumálaráðnum til at fremja verkætlanina á heysti 2007.

Á vári 2008 legði eg saman við øðrum uppskot til samtyktar fyri Løgtingið, við áheitan um, at landsstýrismaðurin greinaði tørvin á eldraøkinum við atlitið til Sjóvar kommunu, og legði fyri Løgtingið uppskot um lóg í sambandi við játtanina um studningslán til ellis- og røktarheim o.a. Uppskotið var einmælt samtykt.

Eg eri samdur í orðatakinum, sum sigur “Tolin trívst”, men nú haldi eg sanniliga, at tíðin er komin til at fara undir at byggja býlingahús/eldrasambýli á Strondum, og tí fari eg hervið at heita á Anniku Olsen, um at viðgera umsóknina frá Sjóvar kommunu við vælvild og játta kommununi studningslán og rakstrarkostnað til býlingahús/eldrasambýli, sum er í samsvar við viðtøkuna, sum bygdaráðið samtykti á fundi hin 27.05.2013.

Alfred Olsen

Tingmaður fyri Sambandsflokkin