Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Býir og bygdir í hvørjumfalli

Fyri at lætta um, hvussu býir og bygdir eita í hvørjumfalli, hevur Umhvørvisstovan gjørt ein lista við bý- og bygdarnøvnum.

Umhvørvisstovan umsitur adressuskránna og hevur tí javnan brúk fyri at nevna býir og bygdir. Hesi skulu sjálvsagt bendast rætt, og tískil hevur Umhvørvisstovan gjørt ein lista við bý- og bygdarnøvnum. Umframt at siga, hvussu býurin ella bygdin nevnist í hvørjumfalli, síggjast fyrisetingarnar eisini í listanum.

Dømi 1: Eg búgvi á Argjum. Eg eri av Argjum.

Dømi 2: Hann býr við Gjógv og er ættaður frá Gjógv.

Eisini ber til at heinta listan á heimasíðuni, um ein ynskir at brúka listan í forritum so sum Excel ella Access. Listin (postnr.txt) kann, saman við øðrum listum yvir eitt nú kommunur og veganøvn.