Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bygningar eiga at verða tiknir niður og burturbeindir

Dan Klein --- 05.05.2018 - 10:01

UPPRUDDING: Út frá eini fakligari meting eru bæði Nordafar-støðin og føroyska sjúkrahúsið í gomlu Føroyingahavnini sunnanfyri Nuuk í so vánaligum standi, at tað tænir ongum endamáli at varðveita hesi. Tað heldur kanningarliðið, sum í fjør summar skrásetti Nordafar.

Mongu bygningarnir í Føroyingahavnini eiga at verða tiknir niður og burturbeindir. Tað er niðurstøðan hjá kanningarliðnum, ið hevur gjørt rannsóknarferð til Grønlands at kanna støðuna á gomlu Nordafarstøðini – best kend sum Føroyingahavnin. Í gjár hevði kanningarliðið eina almenna framløgu á Tjóðsavninum í Brekkutúni í Hoyvík.

Kanningarliðið vísir á, at síðani fyrst í áttatiárunum eru hvørki hús, úthús, barakkir ella virkishús í gomlu Føroyingahavnini røkt ella hildin við líka. Bæði slit og víðfevnt herverk hava við sær, at meginparturin av bygnings- og býlishópinum ikki stendur til at bjarga. Í síni niðurstøðu staðfestir kanningarliðið, at hóast tað verður mett, at einstakir partar av Nordafar-støðini kunnu varðveitast, so umboða hesir so lítlan part av heildini, at tað tænir ongum endamáli at gera og seta í verk eina varðveitingarætlan fyri so avmarkaðan part av støðini.

Hinvegin ber til at varðveita eitt nú betonggólv og -grundir og maskin- og kompressararúm, ið kunnu vísa Føroyingahavnina sum eitt ídnaðarminni frá nýggjari tíð.

Tá ið støðin bæði hevur søguligan og andligan týdning, mælir stýrisbólkurin til, at eitt grønlendskt-føroyskt granskingarsamstarv fer undir skjalfesta sínámillum sambandið millum føroyingar og grønlendingar í tíðini eftir krígslok og fram til dagin í dag.

Fyri framløguni á Tjóðsavninum í Brekkutúni stóðu Helgi Johannesen, byggifrøðingur, Bárður Dam í Baianstovu, arkitektur, báðir frá Landsverki, og Erland Viberg Joensen, Tjóðsavnið, sum vóru við í kanningarliðnum, ið hevur skrásett standin á Føroyingahavnini.