Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bygnaðarbroytingar í ÍSF

Stendur tað til stjórnina hjá ÍSF, sum telir øll 16 sersambondini, verður bygnaðurin hjá ÍSF tillagaður. Sersambondini hava í fleiri ár víst á, at føroyskur ítróttur hevur nógvar avbjóðingar fyri framman, og tá krevst ein tíðarhóskandi, einfaldur og smidligur bygnaður og mannagongdir.

Stjórnin hjá ÍSF hevur tískil seinastu tíðina umrøtt spurningin, og mælir yvirskipað til tvær broytingar. Fyrra broytingin snýr seg um leiklutin hjá feløgunum á aðalfundinum hjá ÍSF.

Í nógv ár hava øll ítróttafeløg í Føroyum tikið lut á aðalfundum bæði hjá sínum sersambondi og hjá ÍSF. Hetta kann gerast møtumikið og tíðarkrevjandi hjá feløgunum. Royndirnar seinnu árini visa greitt, at áhugin hjá feløgunum at taka lut á aðalfundinum hjá ÍSF er dalandi.

Sersambondini hava seinnu árini skipað seg so mikið væl, at tað er ein sannroynd, at tey mest viðkomandi viðurskiftini hjá feløgnum verða viðgjørd og endaliga avgreidd í teimum einstøku sersambondunum.

Fyri at dagføra mannagongdirnar á aðalfundinum hjá ÍSF, skjýtur stjórnin hjá ÍSF upp, at feløgini framyvir ikki hava atkvøðurætt á aðalfundinum hjá ÍSF. Tað fer kortini framvegis at verða møguligt hjá hvørjum einstøkum felag at taka lut og taka orðið á aðalfundinum hjá ÍSF. Við øðrum orðum verða sjónarmiðini hjá hvørjum einstøkum felag framvegis hoyrd.

Seinna broytingin, sum stjórnin hjá ÍSF, mælir til at skipa nevndararbeiðið hjá á annan hátt. Í framtíðini verður arbeiðið skipað við fleiri undirnevndum. Undirnevndirnar kunnu eitt nú fevna um fíggjarmál, oyggjaleikirnar ella ungdóms- og menningarmál. Í sama viðfangi verður skotið upp at hækka talið av limum í starvsnevndini úr trimum upp í fimm. Fremsta orsøkin til, at tveir limir skulu leggjast afturat starvsnevndini, er, at arbeiðsbyrðan seinnu árini er økt munandi. Starvsnevndin fær alsamt fleiri uppgávur at røkja, tí er tað skilagott, at fleiri kunnu vera við at taka eitt tak fyri ítróttina í Føroyum.

Samstundis mælir stjórnin hjá ÍSF til, at eitt Umboðsting verður sett á stovn. Umboðstingið skal hittast í minsta lagi tvær ferðir um árið – annars eftir tørvi. Uppgávan hjá Umboðstinginum, ið er mannað við formonnum/kvinnum í sersambondunum, er, at umrøða árskalendara, mál og strategi, eins og fíggjarætlanina.

Tað verður upp til aðalfundin tann 13. juni 2014 at taka støðu til, um broytingaruppskotini hjá stjórnini hjá ÍSF, verða samtykt.