Byggiloyvið enn einaferð
So var borgarstjórin aftur úti við einari takling, nú undirritaði dittaði sær alment at fegnast um, at skil aftur er komið á kostnaðarstøðið tá borgarar í Tórshavnar kommunu skulu hava byggiloyvi.
Í brævi mínum nýtti eg høvið til at greiða frá, at ein trupulleiki, sum eg vísti á í lesarabrævi í fjør, nú hevði fingið eina virðiliga loysn í býráðnum.
Sambært borgarstjóranum eigi eg ongan heiður í tí, sum hendi á seinasta býráðsfundi. Tað biði eg heldur ikki um.
Tó loyvi eg mær at staðfesta, eins og borgarstjórin vísir á, at tað var eitt samt býráð, sum tók undir við broytingaruppskotinum frá Jan Christiansen. Sostatt tók ongin býráðslimur undir við tilmælinum frá einari samdari fíggjarnevnd og tí drúgva fyrireikingararbeiðinum, ið umsitingin, sambært borgarstjóranum, hevur gjørt.
Her kann borgarin so sjálvur meta um, hvør ið hevur gjørt hvat og hvør, ið hevur ávirkað hvat.
Mín meting er, at tá eitt samt býráð vrakar tilmælið frá einari samdari fíggjarnevnd, og tekur undir við einum broytingaruppskoti, so er drúgva fyrireikandi arbeiðið ikki gjørt nóg gott.
Annfinn Brekkstein,
Býráðslimur fyri Sambandsflokkin