Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Byggilógin samtykt

Leingi væntaða byggilógin, ið Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, hevur lagt fyri Løgtingið, er í dag samtykt og kemur í gildi 1. apríl 2013.

Endamálið við lógini er at tryggja dygdargóða bygging í Føroyum, sum er tillagað føroyska veðurlagnum. Við lógini er neyðuga heimildargrundarlagið loksins útvegað til at áseta tær kunngerðareglur, sum fara at seta ítøkilig krøv til bygging.

Kunngerðareglurnar verða evnaðar til av einum tvørgangandi arbeiðsbólki við umboðum fyri byggivinnuna, kommunala byggivaldið og landsmyndugleikarnar. Arbeiðið er komið væl ávegis, og miðað verður eftir at senda kunngerðareglurnar í almenna hoyring fyrst í komandi ári.

“Byggilógin er eitt stórt frambrot innan føroyska bygging og eitt ítøkiligt íkast at røkka ásettum málum í Veðurlagspolitikki Føroya”, sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í Innlendismálum.