Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Byggigøla í Skopun

Perla: Skopunar kommuna ger íløgur í byggibúning til sethúsaøki uttan pengar. Borgarstjórin vísir aftur, at byggifyri-tøka lænir kommununi 5 milliónir. Greinin stóð í Oyggjatíðindum 6. Oktober 2006.

Í longri tíð hava maskinurnar hjá entreprenørfelagnu, J & K Petersen, gartera í Skopun. Har er onki armóðstekin at hóma yvirhøvur.

Kommunukassin kundi fyri tað veri sprenfullur,men veruleikin er tó ein annar.

Kommunan eigur ikki eina krónu, og tað kostar 5 milliónir at gera tey 25 grundstykkini byggibúgv kopunar kommuna skyldar meira enn eina álíkning, og er so sperd, at Barnagarðurin, sum annars er liðugur, ikki kann opna hurðarnar fyri børnunum.

Orsøkin er at fleiri undirveitarar eru so ótryggir við fíggjarstøðuna hjá kommununi, at teir tora ikki at lata vørur uttan peningin í hondina.

Leiðarin til barnagarðin varð longu settur 1. august, sum stovnurin skuldi opna 15. august, men enn hendir onki.

Kommunurnar í Sandoynni eru eisini við í einum felagsprosjektið, at byggja uppí Meginskúlan á Sandi. Eisini Skopunar kommuna er við. Ongin veit hvaðani kommunan fær peningin, men kommunukassin er tómur.

Keldur vilja nú vera við, at entreprenørfelagið hevur bjóða sær til at fíggja byggibúningina til tey 25 sethúsini. Trupulleikin við hesum er bara, at hetta kann roknast sum lán, og tað hevur kommunan ikki loyvi til.

Vit hava havt fatur í Gerhardi Lognberg, bygdaráðsformann.

Hann vísir aftur, at kommunan hevur gjørt eina undirhondsavtalu við entreprenørfyritøkuna, og vísir á, at tað er ikki loyvt. Borgarstjórin sigur, at tað kostar 4 milliónir at gera tey 25 grundstykkini byggibúgvin, og ikki 5 milliónir, sum annars er upplýst blaðnum.

Spurdur um kommunan eigur nakran pening til so stórt prosjekt, sigur Lognberg, at kommunan eigur ikki nógvan pening, og vísir til vánaligu støðuna í øðrum kommunum.

- Kommunan betalir regluliga fyri arbeiði at gera útstykkingina byggibúna, sigur Gerhard. Borgarstjórin vil ikki inn at skifta orð um støðuna við Barnagarðinum, sigur bara, at leiðarin, sum varð settur 1. august, enn arbeiðir við at fyrireika opningina av stovninum.

Hann váttar, at Skopun er við í prosjektinum við Meginskúlan á Sandi, men vil ikki siga nakað um íløguna, annað enn, at talan er um ein býtislykil.

Hvør parturin hjá kommununi er, vil hann ikki út við.** Vit spurdu:** Hvussu nógv selja tit grundstykkini fyri?

- Nei, tað veit eg ikki.

70.000,00 pr. stykk?

Ja, ja, tað skal nokk passa.

Men so gevur tað stórt hall fyri kommununa?

Ja, men vit vænta at fáa nógvar nýggjar borgarar til kommununa, sum tá fær eitt uppsving, sigur Gerhard, og váttar, at fólk uttanífrá hava søkt um grundstykki í Skopun.

Siga vit, at útstykkingin kostar 4 milliónir fyri 25 grundstykkir fyri 70 túsund, gevur hetta 1.750.000,00. Eitt hall uppá 2.250.000,00.

Kostar útstykkingin 5 milliónir, verður hallið hjá kommununi 3.250.000,00

Gerhard Lognberg, hevur lovað at sent okkum býráðssamtykina um útstykkingina, men onki hendir, og kommunala eftirlitið svevur enn...