Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bygdirnar á breddan

Jógvan Arge, Tórshavn, valevni á Lista E:

Tórshavnar kommuna eigur at taka sær betri av bygdunum. Á okkara valevnarundferð upp undir býráðsvalið er komið greitt til sjóndar, at tann skipan, sum er fyri bygdirnar, ikki virkar til fulnar. Ov langt er millum Vaglið og borgaran á bygd.

Hetta hevur við sær, at óneyðugur stígur kemur í mong mál og átøk, sum hava við bygdirnar at gera. Ikki av ringum vilja, men tí fjarstøðan er ov stór. Til dømis gongst illa at fáa útstykkingar í lag, so bygdirnar kunnu mennast.

Fáast útstykkingar í lag, tykjast tær vera heldur dýrar, og ilt er at fáa fígging. Bygdavegirnir eru mangan ikki góðir og lúka illa dagsins krøv til ferðslutrygd. Bussarnir verða hildnir at koyra heldur sjáldan, sumstaðni kundu kommunalir stovnar verið betri fyri o.s.fr.

Tjóðveldi leggur í síni valskrá dent á at reka ein virknan politikk í bygdunum og at virða teirra sereyðkenni. Vit siga, at tað er umráðandi at hava gott samband við fólkið í bygdunum, og Listi E virkar fyri, at alt, sum hevur við bygdirnar at gera, fer um eina og somu skrivstovu.

Hendan skrivstova skal síggja til, at mál, sum koma inn ella troka á, verða viðgjørd á røttum stað í rímiligari tíð. Umráðandi er, at fólk vita neyvt, hvar tey skula venda sær heldur enn at noyðast at trilva seg fram millum ymsar skrivstovur.

Rundferðin til Kaldbaks, Nólsoyar, Velbastaðar/Kirkjubøar og Kollafjarðar hevur sannført meg um, at hetta er ein góð leið at ganga. Hetta skal metast sum átak, ið stuðlar upp undir skipanina, sum vit hava við teimum ráðgevandi staðbundnu nevndunum, har tveir býráðspolitikarar sita saman við trimum umboðum, ið bygdirnar velja.

Øll í Tórshavnar kommunu hava somu rættindi og somu skyldur. Øll eiga eisini at hava somu møguleikar at fáa lut í menningini og fáa síni mál og viðurskifti viðgjørd og avgreidd. Vit mugu gera alt fyri at forða fyri, at tann fysiska frástøðan frá Vaglinum ger mun á fólki í okkara rúmligu kommunu.

X við E