Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bygda- og vallarablues í Spaniastovu

Ein hin best kendi føroyski vallaratónleikari, Sámal Ravnsfjall, og Føroya stórsta bluesorkestur, Frobiar Sóknar Bluesorkestur, fara m.a. saman og hvør sær at spæla góðan og kendan bygda- og vallarablues í Spaniastovu 29.septembur.

Um Sámal Ravnsfjall

Sámal Ravnsfjall hevur sungið, spælt gittar og munnharpu gjøgnum gott og væl tríati ár. Árini 83-86 spældi hann gøtutónleik í Suðurevropa, mest í Italia. Í 2002 gav hann, saman við Jóan Jakku Guttesen, út fløguna “Vágaverk”. Annars hevur hann spælt við fleiri bólkum, millum annað “Knarvar” sum hann spældi við í fleiri ár. Harafturat er hann at hoyra á fleiri fløguútgávum sum munnharpuleikari og sangari. Stílurin er fólkatónleikur, blandaður við blues og country. (Kelda: www.tónleikur.fo )

Um Frobiar Sóknar Bluesorkestur

Froðbiar Sóknar Bluesorkestur spælir lurtaravinarligan blues í ymiskum stílum. Íblásturin er blueseyðkenni frá 60'unum, tó í nútímans tulking. Tilfar fær bólkurin frá bluesmeistarum sum Muddy Waters, Otis Rush, Freddie King, Fleetwood Mac, Eric Clapton, Stevie Ray Vaughan, og Paul Lamb & the Kingsnakes, sum síðani verður evnað til ein serstakan Suðuroyarblues.

Hetta so gott sum garanterar eina svingandi, autentiska og undirhaldandi framførslu.

Manningin hevur síðani 2007 verið : Dennis Lave, trummir, og Dávid Jacobsen, gitar, Páll Holm Lave, gitar, og Pætur Dam, orgul, Vilhelm Meyer, bass, og Kristian Holbæk, sang.

Hetta eru garvaðir tónleikarar við røtur í blues og bluesbaseraðum 70'ara rocki, sum vildu royna nakað nýtt, og ikki kann sigast annað enn at teir svinga. Bólkurin spælir væl, hevur humor og karisma og framúr gott samband við áhoyrararnar. (Kelda: www.tónleikur.fo )

Atgongumerki fáast í Leikalund og við bílegging á 457151.