Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Býarbókasavnið nógv longri opið frá 1. januar

Býarbókasavnið og kafein á bókasavninum hava frá 1. januar 2015 eisini opið um kvøldið og sunnudag.

Nýggju upplatingartíðirnar eru hesar: mánadag-hósdag 9-21, fríggjadag 9-18, leygardag 10-16 og sunnudag 14-17.

Opið fyrr á morgni
Býarbókasavnið letur nú upp longu kl. 9 gerandismorgnar. Hetta ger tað høgligari hjá teimum, sum hava tørv á bókasavnstænastu frá morgunstundini, og hjá teimum, sum bara hava brúk fyri at koma undir tak í gongugøtuni, tá ið veðrið er ringt.

Longri opið um kvøldið
Býarbókasavnið hevur í eina tíð kent til ein tørv á at hava opið út á kvøldi. Serliga er tað frá lesandi og skúlanæmingum, sum tørva eitt stað, men tað hevur eisini verið eitt ynski frá fólki, sum av ymsum ávum ikki hava so góðar umstøður at brúka bókasavnið í vanligari arbeiðstíð. 

Longri vikuskiftir
Leygardag er Býarbókasavnið nú opið tveir tímar longur út á seinnapartin. Ivaleyst fegnast serliga barnafamiljur um hetta, men kanska eisini tey, sum vilja hava betri stundir at hugdýpa seg í stóru vikuskiftisdagbløðunum ella øðrum tilfari á Býarbókasavninum. Harumframt verður nú opið sunnudag frá 14-17, soleiðis at borgarin eisini sunnudag hevur atgongd til bókasavnstænastu, ájavnt við onnur mentanar- og frítíðartilboð í kommununi.

Betri sjálvgreiðsla
Býarbókasavnið hevur longu sum er sjálvgreiðsluskipan, har lánarar sjálvir kunnu greiða síni lán og innlatingar. Skjótt fær Býarbókasavnið eina nýggja avheintingarskipan, sum ger, at lánarar sjálvir kunnu avheinta tilfar, teir hava bílagt. Men Býarbókasavnið verður ongantíð ómannað, tí har verður altíð ein bókavørður ella annað starvsfólk í húsinum at heita á.

Ein blaðkafe fyri øll
Kafein verður altíð opin, tá ið Býarbókasavnið er opið. Her fæst eitt gott úrval av vørum, og prísirnir eru sera rímiligir. Til ber at keypa sær gott kaffi og køkur, umframt tvíflísar og góðar og sunnar drekkivørur, eitt nú teirra vælumtóktu smoothies við frísktpressaðum appilsinum og øðrum fruktum og kryddi. Tá árstíðin er til tað, eru teir vælumtóktu kúluísarnar eisini at fáa.

Nýggju upplatingartíðirnar hjá Býarbókasavninum

Upplatingartíðir                                   Avgreiðslan opin                         Sjálvavgreiðsla

Mánadag 09 – 21                                     kl. 13 – 18                                  kl. 09 - 13 og kl. 18 – 21
Týsdag 09 – 21                                        kl. 10 – 18                                  kl. 09 - 10 og kl. 18 – 21
Mikudag 09 – 21                                      kl. 10 – 18                                  kl. 09 - 10 og kl. 18 – 21
Hósdag 09 – 21                                        kl. 10 – 18                                  kl. 09 - 10 og kl. 18 – 21
Fríggjadag 09 – 18                                   kl. 10 – 18                                  kl. 09 – 10
Leygardag 10 – 16                                   kl. 10 – 14                                   kl. 14 – 16
Sunnudag 14 – 17                                    kl. 14 – 17