
Býarbókasavnið á ólavsøku
Í ár ber til at vitja bókasavnið á ólavsøku. Tó er ikki alt sum vant – fólk verða veitsluklødd í føroyskum klæðum, á barnabókasavninum eru framførslur við Ævintýraferðini, tú kanst síggja listaframsýningina Havnarprent, hoyra yrkingaupplestur (Licentia Poetica), uppliva dansiframførsluna Blóðfloyal við Erlend A. Danielsen ella læna eitt fólk á Livandi Bókasavninum.Skráin 27.-30. Juli
Allar dagar
Havnarprent. Framsýning á niðastu hædd við prentum, sum onkursvegna hava myndevni úr Tórshavnar kommunu.
Mánadagur 27. Juli
Kl. 9-21: Niðasta hædd og útlánið fyri vaksin eru opin sum vant.
Kl. 9-15: Barnabókasavnið er opið.
Kl. 17: Blóðfloyal. Erlend Auestad Danielsen hevur dansiframførslu á niðastu hædd.
Kl. 18: Ævintýraferðin hevur framførslu á barnabókasavninum. Atgongumerki verða seld á
niðastu hædd.
Kl. 17-21: Livandi Bókasavn í útláninum á 2. hædd: Læn ein persón í ein hálvan tíma at práta
um seg og sína søgu.
Ólavsøkuaftan 28. Juli
Kl. 16: Ævintýraferðin hevur framførslu á barnabókasavninum. Atgongumerki verða seld á niðastu hædd.
Kl. 17: Blóðfloyal. Erlend Auestad Danielsen hevur dansiframførslu á niðastu hædd.
Kl. 18: Ævintýraferðin hevur framførslu á barnabókasavninum. Atgongumerki verða seld á niðastu hædd.
Ólavsøkudagur 29. Juli
Kl. 15: Licentia Poetica byrjar á Føroya Fólkaháskúla. Tiltak við yrkingaupplestri ymsastaðni í býnum: Kl. 15.30 á Steinprenti, kl. 16 í Bojsensgarði og
kl. 16.30 endar ferðin á Býarbókasavninum. Býarbókasavnið, Føroya Fólkaháskúli og Vencil skipa fyri.
Kl. 16: Ævintýraferðin hevur framførslu á barnabókasavninum. Atgongumerki verða seld á
niðastu hædd.
Kl. 18: Ævintýraferðin hevur framførslu á barnabókasavninum. Atgongumerki verða
seld á niðastu hædd.
Hósdagur 30. Juli
Kl. 12-21: Niðasta hædd og útlánið fyri vaksin eru opin. Barnabókasavnið er stongt hendan dagin.
Kl. 18: Ævintýraferðin hevur framførslu á barnabókasavninum. Atgongumerki verða
seld á niðastu hædd.
Fríggjadagur 31. Juli
Alt bókasavnið er opið aftur sum vant.