Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bústaðir

Síðsta kvøldið fyri løgtingsvalið 2019 nýtti Kringvarpið ein tíma av okkara bestu senditíð til at lata níggju valevni tosa um bústaðarneyðina í Føroyum. 

Hetta er eitt av teimum evnum, sum betri enn nakað annað vísir hvussu okkara politikarar lata hánt um tað sum bylgist okkara ungu fólkum í barmi. Teir stýrandi hava eitt fyri eyga: Teir vilja fáa teir fátæku danirnar at gjalda til teir ríku føroyingarnar. Tí leggja teir einki í at loysa tey problem, teir ikki-ríku føroyingarnir hava. 

Eitt, sum teir ikki hava megnað, er at fáa teimum ungu tak yvir høvdið so tað ber til at búgva her í ódn og í logn. Hetta kann gerast á mangan hátt, men nú nøkur fá koma afturat okkum, sum royna at búgva her, stendur heilt í botni hjá teimum. 

Duga teir ikki at finna nakrar loysnir sjálvir, so ber til at líta út um eingjargarðarnar. Í stóru verð er ein verkætlan í gongd, sum miðar móti at byggja hús fyri 1000 US-dálar. Heilt er hetta ikki komið á mál enn, men tað gongur framá. Hesi hús eru hvørki stór ella prýðilig, men verða gjørd av tilfari sum er í nærumhvørvinum og veita einum húskjum innivist bæði á vetri og sumri. Komu vit upp í hesa verkætlan, kundu tey ungu, sum vildu búgva her, fáa fótin fastan og byggja land.

Men tað hevur jú ongan áhuga fyri stuðulsnarkomanarnar hjá okkara ráðandi at fáa nakran at búgva her. Færri vit eru, lættari hava teir tað. Tí loysa teir ikki vandamálið við bústøðum heldur enn onnur og lata útlendingum bæði okkara ungu og ræði yvir landinum. 

Men hetta vildi kringvarpið ikki hoyra eitt orð um!

Zakarias Wang
valevni Sjálvstýris