Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bústaðir ger íbúðir í Kommunuskúlanum

Tórshavnar kommuna samtykti í kvøld at leiga Bústøðum 1440 fermetrar av Kommunuskúlan til lestraríbúðir. Talan er um part av lonini, sum vendir móti Sjúðragøtu og Tróndargøtu. Bústaðir ber allan kostnaðin av verkætlanini. Leigumálið er yvir 30 ár. 

Talan er um eina stóra verkætlan, sum meira verður at hoyra um komandi dagarnar. Borgarstjórin upplýsti í kvøld, at ætlanin verður framløgd fyrsta dagin og at byggiskráin helst verður klár longu í næstu viku.