Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bústaðapakkin lagdur fyri Løgtingið

Landsstýriskvinnurnar, Eyðgunn Samuelsen og Kristina Háfoss, hava í dag lagt lógaruppskotini í bústaðapakkanum fram fyri Løgtingið, sum komandi tíðina fer undir at viðgera uppskotini.

Bústaðapakkin fevnir um eina røð av átøkum, ið saman skulu viðvirka til, at útboðið av bústøðum kring landið veksur munandi, og at viðurskiftini á føroyska leigumarknaðinum verða meira skipað.

Sum liður í bústaðapakkanum fer Bústaðir skjótast gjørligt undir at byggja 200 framskundaðar leiguíbúðir, ið koma afturat teimum umleið 400 bústøðunum, sum almenna bústaðafelagið longu er í ferð við at byggja.

Harafturat verða broytingar gjørdar í leigulógini. Endamálið við hesum broytingum er at tryggja ein betur skipaðan leigumarknað, og at útboðið av leigubústøðum kring landið skjótast gjørligt verður økt.

Bústaðapakkin fevnir eisini um onnur, meira langskygd átøk. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í bústaðamálum, fegnast millum annað um, at kommunurnar nú fáa betri møguleikar at seta á stovn eldrabústaðir. 

“Á henda hátt fáa kommunurnar møguleika at slóða fyri einum nýggjum bústaðamynstri, har yngru ættarliðini, sum hava tørv á fleiri fermetrum, kunnu yvirtaka teir størru bústaðirnar,” sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum.