Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Búskapargrunnur Føroya tømdur fyri inntøkur

Hetta sigur Kristina Háfoss, løgtingskvinna hjá Tjóðveldi, í viðmerking til munnligan fyrispurning til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjármálum um 160 mió. kr. í tiltaksgrunni Landsbankans og Búskapargrunnur Føroya.

1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ella samgongan við teimum 160 mió. kr., ið eru í Tiltaksgrunni Landsbankans ?

2. Eru ætlanir at skipa gjaldførisumsitingina í Gjaldstovu Føroya sum eina eind við tiltaksgrunni fyri at geva møguleika at føra ein langtíðar íløgupolitikk ?

3. Verða tær 160 mió. kr. í Tiltaksgrunni Landsabankans fluttar í Búskapargrunn Føroya í 2013 ?

4. Verða 32,5 mió. kr. frá einskiljing av 50% av LÍV fluttar í Búskapargrunn Føroya í 2013 ?

Viðmerking

Í sambandi við, at samgongan hevur samtykt at avtaka Landsbanka Føroya 1. apríl 2013, verða 160 mió. kr. fluttar úr tiltaksgrunni hjá Landsbanka Føroya yvir í landskassan.

Enn er onki sum bendir á, at nýggja gjaldførisumsitingin á Gjaldstovuni skal skipast sum ein eind við tiltaksgrunni. Samstundis er ógreitt, hvør ætlan er við hesi upphædd, ið má metast at vera ein eingangs serinntøka.

Í viðmerkingunum undir § 20 í fíggjarlógini fyri 2013 stendur bert: “Mett verður, at 160 mió. kr. verða fluttar í landskassan.”.

Í lóg um Búskapargrunn Føroyar er ásett í §2:

§ 2. Serinntøkur landsins verða settar til síðis á fíggjarlóg og roknskapi landsins á serstaka kontu, nevnd Búskapargrunnur Føroya.

Stk. 2. Serinntøkur eru:

a) 1) Inntøkur frá kolvetnisútvinning,

b) ágóða av einskiljing landsins,

c) játtan av fíggjarlóg,

d) inntøku av íløgurøkt grunsins.

Tá tær 160 mió. kr., ið eru partar av Landsbanka Føroya bæði eru serinntøka, ikki eru partar av vanliga rakstrinum hjá landskassanum og kunnu flytast sum játtan av fíggjarlóg yvir í Búskapargrunn Føroya smbrt. §2, stk.2, pkt. c), lúka tær treytirnar fyri, at verða fluttar í grunnin.

Eisini fær landið væntandi 32,5 mió. kr. í inntøku frá einskiljing av 50% av LÍV í 2013.

Tá einasta stigið, ið samgongan higartil hevur tikið viðvíkjandi Búskapargrunni Føroya er at tøma hann fyri tær inntøkur, ið vóru í honum tá samgongan kom til, er viðkomandi at fáa staðfest, hvørjar ætlanirnar eru fyri tær serinntøkur, ið landskassin væntandi fær í 2013.

Fyri at fáa lýst málið verða hesir spurningar settir.

Á Løgtingi, 23. januar 2013

Kristina Háfoss

Løgtingskvinnna fyri Tjóðveldi