Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Búsetingin í Koltri tíðarfest til 800-900 árini!

Tíðarfesting av brendum byggkornið frá fornfrøðiligum rannsóknum í Koltri er júst komin. Hon vísir, at búleikast hevur verið í býlinginum Heima í Húsi í Koltri í 800-900 árunum – t.v.s. longu tíðliga í víkingaøld.

Fornfrøðingar av Fornminnissavninum, Søvnum Landsins hava tvey tey seinastu árini verið í Koltri og gjørt rannsóknir í sambandi við at Koltursgrunnurin endurreisti húsini Uppi í Búð, Heima í Húsi.

Húsini Uppi í Búð vóru nakað umbygd síðan Stranda Jákup bygdi tey umleið 1857. Fornfrøðiligu rannsóknirnar skuldu tí í fyrsta lagi vísa, hvussu húsini sóu út upprunaliga. Fornfrøðiligi grevsturin gav eisini úrslit og funnar vórðu m.a. veggjaleivdir, undirsyllar, úthús, tún og steinsettar rennur. Hesi úrslit vórðu síðan nýtt sum grundarlag, tá húsini vórðu endurreist.

Eisini beyðst høvið at kanna, hvussu djúpar kulturfláirnar vóru undir verandi húsum. Uttanfyri vesturveggin Uppi í Búð, vísti tað seg, at ein bardun til ein gamlan elsteyra var fest sera djúpt niður í moldina. Tá bardunholið varð grivið út og benið reinsað, vórðu kulturfláir avdúkaðar, ið tilsamans vóru yvir 2 metrar tjúkkar.

Niðast við eyrbotnin varð komið niður á eina flá við m.a. hitasprongdum malargróti og brendum djórabeinum. Tílíkar fláir, við hitasprongdum malargróti, geva vanliga fornfrøðingum ábending um tíðarskeið í miðøld ella víkingatíð.

Avgjørt varð at senda brendu djórabeinini til kolevnis 14 tíðarfestingar á Institut for Fysik og Astronomi á Aarhus universiteti. Tó, úrslitini av hesum tíðarfestingunum, gjørdist alt ov gomul til at vera samsvar við vanligu søgufatanina, og tí varð neyðugt við nýggjum tíðarfestingum.

Í vár var so aftur farið út í “bardunholið” at taka prøvar úr niðastu flánni. Leitað varð eftir lívrunnum tilfari, ið var betur egnað til kolevnis 14 tíðarfestingar enn brendu beinini. Tað eydnaðist at finna nøkur brend korn, sum eru sera álítandi til endamálið, hetta tí tey hava so stutta livitíð og eru ikki líka móttakilig fyri ávirkan uttanífrá sum eitt nú kríatúr.

Ivast varð í kornslagnum, men fornplantufrøðingurin Mads Thastrup á Konservering og Naturvidenskabelig Afdeling á Moesgaard Museum í Aarhus kundi staðfesta, at talan var um byggkorn og kundi eisini siga, hvørji onnur plantusløg vóru í prøvunum. Best egnaða kornið varð útvalt og sent til tíðarfestingar. Úrslitið er nú komið og sigur tíðarfestingin 800-900 árini.

Nú er so staðfest at búsetingin Heima í Húsi longu tíðliga í víkingatíð fevndi seg so vítt sum vestur um húsini Uppi í Búð. Tó skal sigast, at tann avmarkaða víddin á útgrevstrarholinum gjørdi tað ilt at greina, um hendan niðasta fláin við brendum kornum, djórabeinum og malargrótið, var partur av eldstaði ella møguliga var burturkast úr onkrum av húsunum, har hava staðið tá í tíðini.