Burturkast á breddan
Evropa setur sjóneykuna á burturkast alla hesa vikuna.
Ásannandi at hvør borgari í Evropa í miðal framleiðir 524 kg av burturkasti , eru stig tikin til at minka um burturkastið.
Hendan vikan er sett av til at kunna um tørvin hjá hvørjum einstøkum at minka um sítt burturkast. Tørvur er á at broyta hugsanina hjá fólki, tá tað kemur til nýtslu.
Endamálið er at slóða fyri burðardyggum háttum at minka um burturkastið hjá øllum borgarum í Evropa.
Serligur dentur verður lagdur á hesi fimm øki: Ov nógv burturkast – Betur framleiðsla – Betur nýtsla – Longri lív hjá vørum – Minni burturkast tveitt burtur.
Les meira um átakið her.
Burturkast í Føroyum
Samanlagt brendu báðar brennistøðirnar í Føroyum 33.398 tons av burturkasti í 2010. Hetta svarar til 686 kg frá hvørjum føroyingi í 2010.
Harafturat kemur burturkast, sum verður endurvunnið og tað sum verður tyrvt. Tey 33.398 tonsini sum eru brend svara til 74% av øllum burturkasti í Føroyum. Tað fara uml. 25% av burturkastinum til endurvinning og 1 % til tyrving.