Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Burturbeindur mánadag: Sama dag skuldi hann í geglið fyri ferðslubrot

GREIN: Sama dag, sum Piddi verður koyrdur í leigubilinum frá 62 Norður niðan á byrgingina hjá SEV á Eiði, skuldi hann í veruleikanum verið møttur í geglinum, har hann við dómi, var innkallaður at sita. Men meðan einoghvør annar í somu støðu, vildi fingið løgregluna úr stólinum fyri at tryggja, at “arrestanturin” kom uppá pláss, sat løgreglan, og gjørdi onki fyri at finna Pidda. Hví?! Visti løgreglan í veruleikanum av hvat var hent við manninum! Tað eru slíkir spurningar, sum fólk sita eftir við, tí onki róp kemur í um at Piddi ongastaðnar at finna fyrr enn 10 dagar aftaná, og tá lyftir løgreglan seg úr stólinum.

Greiní Oyggjatíðindum, sum varð løgd út á netið 01.12. 2014

Ein maður er dømdur 14 ára fongsul fyri at hava dripið, Pidda, hóast líkið ikki er funnið fyrr enn sløk trý ár aftaná dómin. Óvanligt í sjálvum sær, men sera undrunarvert, at løgreglan hevur runnið undan prógvum, vitnum og faktuellum feilum, gjøgnum allar rættarsakina. Tað var, sum um úrslitið varð avgjørt frammanundan, og so løgdu tey fylluna inn aftaná, men eingin klárar at svølgja hendan rættin, tí fyllan spríkur út alla staðnar.

Talan er um eitt elendigt amatørarbeiði, sum ákæruvaldið ikki vil lyfta hond frá síðu fyri at rætta, og tí er stórur ivi ikki bara í hesum málinum, men so sanniliga eisini í morðinum, sum framt er á Marknagili í Havn, har ein við brotnari mjødn, skal hava klatra frá kjallara og upp í stovuhædd, tá persónurin kundi læst seg inn við lykli, tá hann átti húsini sjálvur.

Og í hesum málinum hevði vitni eisini sæð persón renna frá somu húsum, sum tó eingin aftaná vísti áhuga fyri. Heldur ikki verjin. Ákæruvaldið hevði peikað “drápsmannin” út, og tað var so tað. Maðurin varð dømdur, og situr sum ringa samvitskan hjá samfelagnum í Mjørkadali, men tað er ikki tann persónurin, vit vildu seta fokus á í hesi greinini, bara vísa á hvussu út av lagi okkara skipan verður umsitin.

Vit vita við vissu, at Piddi ikki er sæddur síðani leygarkvøldið, 5. Novemer ella sunnumorgun, 6. November, í hesum tíðarskeiði er hann eisini dripin í heiminum á Gerðisvegi, og burturbeindur, sum lík, mánadagin 7. November.

Vit kunnu onkusvegna umbera, at tann stóra leitingin eftir Pidda, ikki byrjar beinanvegin. Maðurin búði einsamallur, og kundi tí vera farin út at ferðast: Ísland var nevnt, men eisini Danmark, og onnur lond kundu vera av áhuga. Hann kundi eisini vera farin undir jørðina, at fáa sær hvíld og frið, og tí ikki hevði áhuga í at onnur visti hvar hann var.

Men tað, sum ongantíð fekk stóra rúmd í Einglapressuni, sum etur av hondunum hjá myndugleikunum, var, at Piddi, Dánjal Petur Højgaard, hevði fingið dóm, og varð innkallaður at sita í geglinum , mánadagin, 7. November 2011!

Men hví byrjar løgreglan ikki at leita eftir Pidda fyrr enn 10 dagar aftaná, at óttin hjá familjuni, og róp kemur í um, at Piddi kann vera myrdur?!

Lat okkum í hesum sambandi sláa fast, at einhvør annar, sum verður innkallaður í geglið at sita dóm av, og sum ikki møtir, verður beinanvegin jakstraður av politinum, líka til hann verður funnin, og latin geglinum, sum einhvør annar pakkapostur. Hendan “umsorgan” var bara ikki galdandi fyri Pidda.

Hví?!

Visti løgreglan nakað, sum onnur ikki vistu, og tí ikki hevði áhuga í at leita mannin upp í somu løtu, sum hann ikki møtti at sita dómin?

Tað kunnu vera fleiri orsøkir til, at fólk ikki betala Kringvarpsgjald. – antin tí fólk ikki hava pengarnar, men fleiri og fleiri mótmæla út av lagi vánaligu sendingunum, og tíðindunum, og nokta at gjalda. Men ongin sleppur undan, og verða tey send í fútarættin, og ikki møta til ásettu tíðina, ja, so koma tey svørtu – løgreglan, og heintar fólk, sum við tvingsli verða sett fyri ein dómara, og kravd at gjalda, og eta kringvarpsspíggjuna upp av talerkinum, uttan mun til um teimum dámar hana ella ikki.

Hví fór løgreglan ikki eftir Pidda?

Piddi bleiv burturbeindur mánadagin 7. November 2011:

Sama dag skuldi hann inn í geglið at sita.

Løgreglan vísti ikki áhuga fyri Pidda fyrr enn 17. November 2011, tíggju dagar aftaná, at hann skuldi møta í geglinum, og akkurát 10 dagar aftaná at hann varð burturbeindur og tjummaður niður í tunnlin, sum førdi hann vesturum, har líkið varð goymt á jarðarstykkinum hjá kvinnu, sum vit høvdu samrøðu við í blaðnum seinasta fríggjadag.

Seinni bleiv Piddi koyrdur á sjógvin, til beinagrindin av honum varð funnin út fyri Ljósá.