Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Búnaðargrunnurin fíggjar kanning av mótstøðuføri ímóti ridluskriða

Trupulleikin við ridluskriða hevur verið kendur í Føroyum í mong ár.  Hóast hetta á ongan hátt er ábyrgdin hjá grunninum vil Búnaðargrunnurin fegin virka við til at bøta um henda trupulleika.  Í samráði við serkøn á økinum er tí avgjørt at taka stig til, at fíggja eina ílegugreining av mótstøðuførinum móti sjúkuni um alt landið nú í heyst.  Átakið hjá grunninum verður einans framt í 2015 og verður ikki fíggjað aftur, men vónandi verður hetta eitt átak, sum vinnur frama, soleiðis at áhugi verður fyri at halda fram komandi árini.

Kanningin verður gjørd á tann hátt, at mótstøðuførið hjá tveimum brundum úr hvørjum haga verður ílegugreinað.  Avtala er gjørd við um 30 fólk um alt landið, sum koma at standa fyri at savna blóðroyndirnar saman.  Hesi gera avtalu við ábyrgdarfólk fyri hagarnar hvør í sínum lagi um at gera neyðugu royndirnar.  Blóðroyndir og seyður skulu merkjast, soleiðis at til ber at finna brundin aftur, tá greiningin er gjørd.  Royndirnar verða síðani sendar rannsóknarstovuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni til kanningar.

Í teimum førum, har hagin longu hevur sent blóðroyndir til greiningar, vil Búnaðargrunnurin rinda hesum høgum sama gjaldið, sum tað kemur at kosta Búnaðargrunninum at ílegugreina seyð fyri mótstøðuføri í øðrum høgum.

Úrslitini av greiningunum fyri hesar brundseyðirnar, sum Búnaðargrunnurin kemur at rinda fyri, verða alment atkomulig.  Hóast úrslitini ikki verða tøk áðrenn brundarnir verða sleptir í heyst, fer kanningin at geva eina ábending um, hvussu standurin viðvíkjandi mótstøðuføri hjá føroyska seyðinum ímóti ridluskriða í ymsu økjunum í landinum er.