Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Búmerki til politiska festivalin avdúkað

Politiski festivalurin, Fólkafundurin 2012, hevur nú fingið sítt egna búmerki. Búmerkið vísir til tað serføroyska, tí Fólkafundurin 2012 júst snýr seg um, hvussu landsins borgarar halda, at viðurskiftini skulu skipast her í Føroyum.

Tað er Eyðbjørn Jacobsen, sum hevur teknað búmerkið. Eyðbjørn er freelance myndamaður; fyri stuttum gjørdist hansara føroyska Europa-frímerkið av Trøllanesi nummar tvey í stórari altjóða frímerkjakapping.

Fólkafundurin 2012 verður hildin í Hoyvíkar skúla og Í Hoyvíkshøllini 21. og 22. september. Á fólkafundinum verða hildnir t.d. fyrilestrar, pallborðsfundir, verkstovur og framsýningarbásar. Tað er ókeypis hjá øllum føroyingum at vera við, men politiskir flokkar, samtøk og alskyns feløg mugu gjalda eitt tilmeldingargjald fyri at vera við. Um nakrar dagar letur henda tilmelding upp.

Fólkafundurin 2012 er hugkveikt at tiltakinum “Folkemødet” sum hevur verið hildið á Bornholm seinastu tvey árini. Líknandi tiltak byrjaði á Gottlandi fyri nógvum árum síðani og nevnist har “Almedalsveckan”.

Tað eru Ólavur í Geil Guttesen og Jóhannes Miðskarð í samstarvi við Tórshavnar Kommunu, ið fyriskipað Fólkafundin 2012.