Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Brúkarin skal ikki gjalda umleggingina einsamallur

Heðin Mortensen, borgarstjóri: Sjálvandi er rætt at leggja um til grøna orku – men dagsins brúkari skal ikki gjalda allan kostnaðin.

Kommunurnar hava ábyrgd av SEV, tí kommunurnar eiga elfelagið. Fremsta ábyrgdin hjá kommununum sum eigarar av SEV er at veita burðardyggan streym fyri bíligasta kostnað.

Sjálvandi er rætt at leggja um til grøna orku, men vit eiga ikki uttan víðari at geva hvørjum einasta húsarhaldi í Føroyum eina óneyðuga eykarokning á 3.000 kr. um árið.

Hækkar SEV prísin við 25 oyrum kWh, sum ætlanin er, hevur tað nevniliga við sær, at hvørt einasta vanliga húsahald í meðal skal gjalda meira enn 3.000 kr. um árið í beinleiðis og óbeinleiðis meirgjaldi. Tað er í høvuðsheitum vanligi brúkarin, sum gjøgnum elprísin, skattin og hækkaðum vøruprísum fíggjar virksemið hjá SEV.

Tí noyðast vit at seta spurnartekin við íløguætlanina hjá SEV – ikki við grønu útbyggingarætlanirnar, men við fíggingarleistin, sum lagt verður upp til – t.v.s. tíðarætlan, avskrivingarprofil, lániprofil og ta ávirkan, hetta hevur á brúkaran.

Álitið hjá borgarunum

Í málinum um streymprísin eru vit, sum varða av kommununum, einasta veruliga álitið hjá borgarum og vinnufyritøkum. Serliga í hesum tíðum, har tey flestu hava trupult við at fáa pengarnar at røkka. Tað er her, okkara fremsta ábyrgd liggur!

Seinasta ár setti Tórshavnar kommuna spurnartekin við ætlaninar hjá SEV at byggja út vatnorku. Ætlanin var ógvuliga kostnaðartung, og gav í fyrstu atløgu lutfalsliga lítið av meirorku umframt at fara illa við náttúruni. Hetta hevur SEV síðan tikið til sín og hevur broytt íløguætlanina, so at størri partur er vindorkuframleiðsla. Hetta hevði neyvan hent, um ikki millum onnur Tórshavnar kommuna rópti varskó.

Tað er tí ikki rætt, at Tórshavnar kommuna ikki ynskir grøna orku, men talan skal bara vera um rættar íløgur, sum loysa seg væl – eisini fyri brúkaran í dag.

Ikki neyðugt at hækka prísin so nógv

Tað er ikki neyðugt at hækka prísin so nógv, sum nevndin í SEV ætlar.

Kommunan hevur sett spurnartekin við bæði rentustøðið, láni- og avskrivingarprofilin hjá SEV. – Íløgurnar í varandi orku hava langa livitíð. Tí er neyðugt og rímiligt bæði at taka langfreistað lán og at hava langa avskrivingartíð, so at brúkarin í dag – vinnulív og borgarar – ikki eisini skal gjalda allan kostnaðin av grønu orkuni fyri framtíðar brúkarar.

Harafturat eiga vit at endurskoða íløguætlanina og strekkja hana yvir eitt longri áramál. Hetta fyri at gera tørvin á at hækka prísin minni.

Verandi ætlan leggur upp til at gera íløgur fyri 852 mió kr. í trý ár frá 2012 til 2014. Til samanberingar vóru íløgur gjørdar fyri 717 mió kr. í ellivu ár frá 2000 til 2011.

Hvar er landið?

Kommurnar eiga at krevja, at landið spælir meira við. Í dag setir landið krøv gjøgnum orkupolitikkin uttan at taka støðu til, hvussu hetta skal fíggjast. Vanligt er, tá statir aðrastaðni seta sær orkupolitisk mál, so hava teir eisini eina fíggjarliga virkisætlan við stuðulsmøguleikum av ymiskum slag úr internum og altjóða grunnum til bæði íløgur og framleiðslu.

Tað sigur seg sjálvt, at brúkarin megnar ikki at rinda eina so umfevnandi og dýra umlegging til grøna orku einsamallur og í einum – atlit, ið landið átti at havt við, heldur enn bara at boða frá føgrum málum.

Sum eigarar hava kommunurnar skyldu til at seta spurnartekin við, um SEV er á rættari leið, um strategiin fyri framtíðina er røtt, um tað er í lagi, at íløgur í milliardaklassanum skulu gerast yvir sera stutta tíð, um brúkarin vil ella kann rinda hesar upphæddir, um nóg mikið fæst afturfyri krónurnar, og um tað er rímiligt at senda alla rokningina til dagsins brúkarar.

Hetta er ikki rætta gongdin, men við røttu tillagingunum ber væl til at røkka ætlaðu málunum uttan at jarðleggja samfelagið við yvirprísi.

Heðin Mortensen,

borgarstjóri