Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Brúkaraumboðið eigur at kunna ókeypis

Sum almenni stovnurin Brúkaraumboðið er, meta vit í felagnum Samskifti, at tað er ein týdningarmikil uppgáva hjá stovninum at kunna vinnu og almenning væl. Kunningin eigur at fevna breitt og, eftir okkara tykki, at vera ókeypis, stendur á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum. 

Herfyri bjóðaði Brúkaraumboðið til skeið í online marknaðarføring. Tað er at gleðast um, at Brúkaraumboðið ynskir at kunna okkum í samskiftisvinnuni, vinnuni annars og almenningin um hvussu marknaðarføringslógin skal haldast á sosialu miðlunum.

Ein av fremstu uppgávunum hjá Brúkaraumboðnum er at upplýsa borgarar, vinnu og almenning annars um ta lóggávu stovnurin fevnir um. Tó undrast felagið á, at ein almennur stovnur selur dýr skeið fyri at upplýsa um eitt øki, sum eigur at vera ókeypis. Samskifti metir ikki, at tað er í lagi, at hesin stovnur skal veita almenna kunning, sum vinnan og borgarin skal rinda pening fyri.

Meira kann lesast her: 

http://www.industry.fo/Default.aspx?ID=32&PID=4786&Action=1&NewsId=1311