Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Brúkararáð og færri upptøkunevndir í eldrarøktini

- Við at savna og samskipa upptøkuna til røktarheim og sambýli, verður gjøgnumskygni í eldrarøktini størri. Tað styrkir rættartrygdina hjá okkara eldri borgarum, tí skipanin verður einfaldari og tey mest røktarkrevjandi fáa framíhjárætt, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna, sum hevur lýst nýggja kunngerð.

Frá 1. september verða bert seks upptøkunevndir til røktarheim og sambýli, eitt fyri hvørt øki í eldrarøktini. Fyri tey eldru merkir nýggja felags upptøkan, at tað frameftir bert verður ein inngongd til búplássini í hvørjum øki. Harvið slepst undan at standa á fleiri bíðilistum, tá tørvur er á einum sambýlis- ella røktarheimsplássi.

Umframt at greiða viðurskiftini kring upptøkuna til búpláss innan eldrarøktina, er málið við broytingini at gera raksturin innan eldrarøktina meira skynsaman og at styrkja fakliga grundarlagið fyri upptøkunum. Ógreiðu skipanarligu viðurskiftini á eldraøkinum hava í longri tíð elvt til høvuðbrýggj hjá bæði landsmyndugleikum og í kommununum.

At greiða fæst á myndugleikaviðurskiftunum verður í tilmælinum til eldrapolitikk, sum tvørfaklig nevnd handaði landsstýriskvinnuni í januar, nevnt sum fyritreyt fyri øktari menning á eldraøkinum. Kunngerðin er ein liður í arbeiðinum at fáa eitt greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýti innan eldrarøktina.

Brúkararáð

Kunngerðin ásetur eisini, at hvørt røktarheim og sambýli skal hava eitt brúkararáð, sum skal stimbra samstarvið millum búfólk, avvarðandi, heimið og kommunurnar.

Brúkararáðið kann somuleiðis skipa fyri tiltøkum, sum kunnu gera gerandisdagin hjá búfólkunum meira virknan bæði á stovninum og í lokala felagslívinum. Ráðið verður mannað við einum búfólki, einum umboði fyri avvarðandi hjá búfólkunum, einum starvsfólki og einum umboði fyri kommununa.

Nýggja kunngerðin fær gildi 1. september 2013.