
Brúgvin um Sandá verður veruleiki
Tilboðini latin upp í gjár:
Trý feløg góvu tilboð uppá brúnna um Sandá, hesi liggja frá sløkum 53 miljónum upp á slakar 61 miljónir.
Í dag kl. 14.00 var lisitatión og fundur hjá borgarstjóranum við umboðum frá J&K. Petersen Contractors, T.G.Verk og p/f Articon. Harumframt luttóku umboð fyri umsitingina og býráðið.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin. Hann takkaði teimum bjóðandi fyri teirra áhuga í at bjóða upp á arbeiðið og ynskti gott samstarv. Jákup Egholm Hansen, tekniskur stjóri, lat síðani konvoluttarnar upp.
Úrrslitið av lisitatiónini er fylgjandi:
a. p/f Articon.
Samlaða upphædd álj. kr. 54.681.927,- (u/mvg)
b. p/f J & K. Petersen.
Samlaða upphædd álj. kr. 60.830.878,- (u/mvg)
c. sp/f T.G.Verk
Samlaða upphædd álj. kr. 57.356.623,- (u/mvg) fyri tilboð A sum hevðu nakrar eykaveitingar í mun til tilboð B.
Samlaða upphædd álj. kr. 52.700.847,- (u/mvg) fyri tilboð B.
Fyrivarni tikin fyri myndugleikagóðkenning um henda er drúgvari enn víst er til.
Borgarstjórin upplýsir, at bygginevndin í næstum fer undir at viðgerða innkomnu tilboðini og verður væntandi ein niðurstøða gjørd um ein mánaða.