Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Brúgvin um Sandá boðin út

- Trý av stóru byggifeløgunum fingu í dag útflýggjað útbjóðingartilfarið til komandi brúnna um Sandá. Stóra arbeiðið skal eftir ætlanini verða púra liðugt tann 30. mai í 2014, sigur Bogi Andreasen, borgarstjóri.

Síðani Tórshavnar Býráð hin 31. Mai 2012 tók endaliga avgerð um at bjóða arbeiði at gera brúgv um Sandá út, hava umsitingin og ráðgevarar arbeitt við at gera útbjóðingartilfarið klárt. Í dag 3. august varð brúgvin boðin út.

- Verkætlanin snýr seg ikki einans um eina brúgv, men eisini um vegagerð og rundkoyringar báðu megin brúnna, har nýggja vegasambandið um Sandá verður bundið í Velbastaðvegin og í Reynsgøtu Argjamegin, sigur Bogi Andreasen, borgarstjóri.

- Talan er um eina stóra og krevjandi verkætlan, og tí avgjørdi býráðið at bjóða arbeiðið út í innbodnari heildararbeiðstøku, har tilboðsgevararnir ikki bert kappast um prís, men eisini um sniðgeving, tilfar, dygd, viðlíkahald o.l.

- Býráðið valdi at bjóða trimum byggivirkjum, sum hava royndir við stórum verkætlanum, at geva tilboð. Tey eru J & K Petersen Contractors, Articon og TG-Verk.

- Í dag fingu hesir tilboðsgevararnir útflýggjað útbjóðingartilfarið. Teir hava freist til 12. oktober 2012, tá lisitatiónin verður, at gera uppskot til brúgv og rokna út tilboð. Miðað verður eftir, at arbeiðið kann byrja um hálvan januar 2013, og at henda nýggja farleiðin um Sandá skal standa liðug 30. mai 2014.

- Dømingin av tilboðunum verður gjørd av bygginevndini, sum tó eisini kann fáa sær onnur fakfólk at virka sum ráðgevarar hjá dómsnevndini. Í bygginevndini sita 3 politisk og 3 umsitingarlig umboð, sum eru Marin Katrina Frýdal, forkvinna í teknisku nevnd, Levi Mørk, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, Sjúrður Olsen, býráðslimur, Boði Haraldson, býarverkfrøðingur (formaður), Unnie Justinussen, arkitektur og Heri Olsen, fíggjarfulltrúi.

- Hvat kostnaðurin verður fyri hesa verkætlanina ber ikki til at siga, fyrrenn tilboðini eru komin inn í oktober mánað, men býráðið hevur longu játtað knappar 15 mió til verkætlanina, sum eru tøkar, og eftir ætlan verður restin avsett á fíggjarætlanunum fyri 2013 og 2014, sigur Bogi Andreasen, borgarstjóri.

Kelda: www.torshavn.fo