Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Broyttur skúlabygnaður í Eysturkommunu

TÍÐINDASKRIV:

Frá 1. januar 2013 verða Gøtu Skúli og Leirvíkar Skúli roknaðir sum ein skúli. Mentamálaráðið hevur, sambært § 57, stk. 5 í fólkaskúlalógini góðkent, at skúlabygnaðurin verður broyttur soleiðis, at Gøtu Skúli og Leirvíkar Skúli verða roknaðir sum ein skúli galdandi frá 1. januar 2013.

Samstundis hevur landsstýrismaðurin í mentamálum sett Fríðfinn Johnson sum skúlastjóra og Karl A. Thomsen sum varaskúlastjóra í skúlanum i Eysturkommunu frá 1. januar 2013.