Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Broytta barnaverndarlógin krevur øðrvísi raðfestingar

Jóhannes Miðskarð, granskar:

Í vár vóru fleiri broytingar gjørdar í barnaverndarlógini. Ein av broytingunum var, at fráboðanarskyldan hjá starvsfólki, ið arbeiða við børnum, varð herd. Áður høvdu hesi starvsfólk skyldu at boða teirra kommunalu barnaverndartænastu frá, tá tey fingu kunnleika til, at foreldur ella annar uppalari t.d. misrøkti, meinslaði, misnýtti ella handfór barn soleiðis, at álvarsamur vandi var fyri tess sálarligu ella likamligu menning. Herðingin í fráboðanarskylduni hevur við sær, at nú skulu hesi starvsfólk eisini boða frá, um tey hava orsøk til at halda, at nøkur av áðurnevndu viðurskiftum eru at finna í barnsins heimalívi.

Hervið leggur broytta barnaverndarlógin upp til at arbeiða eftir einum leisti, har arbeitt verður fyribyrgjandi soleiðis, at stórir trupulleikar í barnafamiljum als ikki skulu stinga seg upp; og um stórir trupulleikar tó stinga seg upp, verða átøk sett í verk skjótast gjørligt. Gransking vísir, at hesin fyribyrgjandi arbeiðsháttur vísir seg ikki bert at vera ein betri gongd faklig leið enn áður, men eisini at vera ein meira rationellur háttur til at reka kommunalu barnaverndartænasturnar.

Men tað er neyðugt hjá kommunum at gera sær greitt, at broytta barnaverndarlógin fer at hava við sær, at næstu uml. fimm árini fara fleiri fráboðanir at verða sendar til kommunalu barnaverndartænasturnar. Tá fleiri fráboðanir fara at koma inn, fara eisini fleiri §45 kanningar at verða settar í verk. Hervið fer arbeiðstrýstið á núverandi barnaverndartænastur at vaksa. Tí er alneyðugt, at fleiri pengar verða settar av til eyka starvsfólkatímar í barnaverndartænastunum í eini umskiftingartíð á umleið fimm ár.

Men tað er týdningarmikið at minnast til, at tær fráboðanir, sum verða senda inn sambært hesum fyribyrgjandi arbeiðshátti, eftir ætlan fara at hava við sær, at trupulleikarnir fara at vera viðgjørdir so tíðliga, at tað ikki verður neyðugt við teimum stóru inntrivunum seinni. Tað vil føra við sær, at so líðandi fara at verða færri fráboðanir, og at tað sjáldan fer at verða fyri neyðini at brúka tær mest umfatandi fyriskipanirnar í barnaverndarlógini. Sum áður ført fram, meti eg, at hetta fer at taka umleið fimm ár.

Tað er alneyðugt at gera sær greitt, at um ongin meirjáttan fer at verða latin næstu umleið fimm árini, so fer framtíðar barnaverndararbeiði at gerast vánaligari, enn tað verður gjørt í dag. Hervið er vandi fyri, at tey illa handfarnu barnaverndarmálini, ið hava verið at sæð í Danmark seinastu trý árini, t.d. Tønder-, Brønderslev- og Bornholms-málið, verða eisini at finna í líknandi dømum í Føroyum um nøkur ár.

Men um meirjáttan verður latin barnaverndartænastunum komandi árini, kann væntast, at góðskan á barnaverndararbeiðinum batnar, at børn ikki fara at líða undir ræðuleikum, og at samlaði kostnaðurin av barnaverndartænastunum fer at vera lægri.