Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Broytt vegna landsdyst

Fyrilesturin hjá danska rithøvundinum og fyrilestrarhaldaranum, Knud Romer, er vegna landsdystin fluttur til mikukvøldið 16. oktober kl. 19.00. Kostnaður kr. 150,00. Atgonumerki fáast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum og á Kunningarstovunum í Klaksvík, Runavík og í Havn

Tíðindaskriv

Mikukvøldið 16. oktober kl. 19.00, fer Knud Romer at halda fyrilestur í Skálanum í Norðurlandahúsinum. Fyrilesturin snýr seg um støðuna hjá teimum eldru á røktarheimum. Tign skipar fyri fyrilestrinum í sambandi við aðalfundin hjá felagnum.

Undir fyrilestrinum sýnir Knud Romer filmin, ”Et Blad falder til Himlen”, sum er um hansara farvæl við sín dementa pápa.

Pápi Knud Romer búði stutt tíðarskeið á røktarheimi, inntil hann doyði, og Knud Romer er skelkaður av møtinum við tað almenna. Hann lýsir støðuna á røktarheimunum sum skammiliga og mælir til, at avvarðandi og starvsfólk gera uppreistur.

”Det var den værste dag i mit liv, da jeg måtte efterlade min far på et plejehjem. Han var hensat til at leve sine sidste dage isoleret i et hamsterbur på tyve kvadratmeter omgivet af urinstank og uden udsigt til andet end udkogte grøntsager til aftensmad,” sigur Knud Romer. "Et blad falder til himlen" varð útnevdur til ein Robert í 2013 í bólkinum ársins stutti dokumentarfilmur.

Eftir fyrilesturin verður stuttur steðgur og umleið klokkan 21 byrjar aðalfundurin hjá Tign. Tað er ókeypis atgongd til aðalfundin.