Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Broytt linjuføring ger nýggjan Hvalbiartunnil munandi dýrari

Eftir at málið um nýggjan Hvalbiartunnil er tikið upp í einum fyrispurningi á Føroya Løgtingi í sambandi við eina alternativa ætlan fyri linjuføring millum Trongisvág og Hvalba, vil Landsverk hervið koma við eini rættleiðing til teir upplýsingar, sum eru komnir fram í hesum sambandi.

Í fjør fekk Hvalbiar Kommuna gjørt nýtt uppskot um linjuføring og kostnaðarmeting av einum møguligum nýggjum tunli millum Trongisvág og Hvalba. Talan er um ein tunnil, sum er 3.300 metrar til longdar, og sum eftir útrokningum, ið kommunan hevur almannakunngjørt, kemur at kosta 150,7 mió. krónur; íroknað íbindingarvegir.

Allar útrokningar og royndir í sambandi við tunnilsgerðir vísa, at hendan kostnaðarmetingin ongan møguleika hevur fyri at halda. Ein slíkur tunnil kostar í dagsins prísi umleið 220 mió. krónur.

Landsverk gjørdi í 2007 eitt tunnilsuppskot og eina kostnaðarmeting av nýggjum Hvalbiartunli. Hendan verkætlanin, ið inniber ein 2.120 metrar langan tunnil og 2,8 kilometrar av nýggjum landsvegi, varð tá mett at kosta 155 mió. krónur. Dagførdi kostnaðarin er umleið 170 mió. krónur.

Av tí, at tunnilsuppskotið hjá kommununi er góðan kilometur longri, enn uppskotið hjá Landsverki, verður fyrstnevnda verkætlan munandi dýrari; bæði at byggja og reka. Uppskotið hjá Landsverki til tunnil tekur støði í at gera tunnilin so stuttan sum møguligt, og ístaðin hava longri tilkoyringarvegir, uttan tó at fara upp í hæddina við teimum. Hetta orsakað av, at prísurin fyri hvønn boraðan metur av tunli vanliga er umleið tríggjar ferðir so høgur, sum fyri ein metur av vegi. Somuleiðis er raksturin fyri tunlar trýfaldaður í mun til vegir.