Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

BROYTINGAR NÚ KOMMUNAN TEKUR ÍMÓTI ELDRAØKINUM

Kommunurnar hava frá nýggjárinum ábyrgdina av eldraøkinum sambært løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. Í hesum sambandi verða nøkur viðurskifti í Tórshavnar kommunu broytt. 

Í Tórshavnar kommuna verða allar tænastur og øll tilboð til aldrandi borgarar savnað í nýggjum stovni við heitinum Heilsu- og umsorganartænastan undir sosialu deild í trivnaðarfyrisitingini.

Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum – tvær røktareindir (búpláss á røktarheimum og sambýlum og heimatænasta) og Heilsuhúsið. 

Í Heilsuhúsinum er tvørfaklig visitatión til røktartænastur og tilboð umframt móttøka/avgreiðsla. Heilsuhúsið veitir eisini ávísar tvørgangandi tænastur til røktareindirnar og stendur fyri fyribyrgjandi tilboðum, venjingum, heimavitjanartænastu, rehabilitering v.m. 

Leiðari á Heilsuhúsinum er Meta av Fløtum, sum eisini er leiðari fyri samlaðu Heilsu- og umsorganartænastuni. Leiðarar á teimum báðum røktareindunum eru ávikavist Jóngerð Guttesen og Maiken Olsen.

Samband
Frá 1. januar 2015 skulu borgarar í Tórshavnar kommunu, sum hava tørv á tænastum og tilboðum, eitt nú at søkja um røktarbúpláss ella heimahjálp, venda sær til Heilsuhúsið. Har ber eisini til at fáa vegleiðing um umsóknarbløð, tænastur, tilboð, rættindi v.m.

Fyribils heldur Heilsuhúsið til á Smyrilsvegi 13, Tórshavn. Til ber eisini at ringja 30 20 00 mánadag til fríggjadag frá kl. 8.00-16.00, og henda telefonin er opin frá fríggjadegnum 2. januar 2015. Teldupostadressan er heilsuhusid@torshavn.fo.

Vakttelefonin í heimatænastuni svarar framhaldandi á 79 31 99 uttan fyri vanligu telefontíðina.

Kommunan ger í løtuni neyvari kunningartilfar um nýggju skipanina, um tænastur og tilboð, eins og at umsóknarbløð v.m. verða tillagað. Kunnað verður so hvørt á torshavn.fo, men eru ivamál, ber altíð til at seta seg í samband við Heilsuhúsið telefon 30 20 00 ella um teldupost www.heilsuhusid@torshavn.fo