Broytingar í viðtøkunum hjá dómarafelagnum
Eftir JÓN KRAGESTEEN:
Dómarafelagið hevur havt fund og hevur tikið avgerð um at broyta viðtøkurnar í felagnum. Og broytingin er, at dómarar nú aftur kunnu hava ein meira virknan leiklut í feløgunum.
Gomlu viðtøkurnar søgdu, at dómarar í bestu deildunum – altso A-dómarar – ikki á nakran hátt kundu vera tilknýttir til eitt hondbóltsfelag. Men ásannað verður nú, at hetta hevur verið ein forðing fyri at fáa nýtt fólk upp í dómarahópin. Og tí verður nú loyvt A-dómarunum at vera t.d. venjarar, nevndarlimir og at spæla sjálvir. Men tó verður tað framhaldandi soleiðis, at leikarar og onnur, sum eru knýtt at liðum í bestu deildunum, kunnu ikki eisini døma í bestu deildunum.
Um orsøkina til hesa broyting gevur Dómarafelagið ta grundgeving, at tað er ein sannroynd, at mátin, sum dómarafelagið og HSF hava roynt at rekrutera nýggjar dómarar uppá tey seinastu nógvu árini, ikki hevur givið ynskta úrslitið og tað er tískil ikki komið nógv nýtt fólk inn í sjálva dømingina.
Eftir at hava spurt seg fyri í hondbóltsumhvørvinum, er Dómarafelagið komið fram til, at stranga linjan, sum hevur verið galdandi, hevur virkað sum ein forðing fyri at fáa nýtt blóð upp í dómarahópin
Dómarafelagið heldur, at tað er ikki rætt at halda fast við eina reglu, sum virkar tálmandi upp á rekruteringina av dómarum, og hevur tí valt at linka reglugerðina, soleiðis at tað í øllum førum ikki skal vera reglugerðin, sum skal hava skuldina fyri, at tilgongdin av dómarum er so lítil.
Við hesari broyting vónar Dómarafelagið eisini, at tað verður lættari hjá HSF at seta krøv til feløgini at innstilla dómarar til komandi kappingar.
Hinvegin vil dómarafelagið halda fast um fysisku upptøkuroyndina, sum gjørdist obligatorisk í fjør, eins og dómarar sjálvsagt skulu møta til tey kravdu dómaraskeiðini, sum væntandi verða i august/septembur í ár.
Við hesari broyting vónar Dómarafelagið, at tilgongdin av hugagóðum dómarum fer at økjast í næstum.
Vegna Dómarafelagið,
Karstin Joensen, Formaður