Broytingar í treystitalinum fyri byggivinnuna
Ein av broytingunum í treystitalinum var í byggivinnuni, har treystitalið minkaði munandi í mun til í juni 2011.
Fíggjarmálaráðið almannakunngjørdi í farnu viku treystitalið fyri føroyska búskapin, har brúkarar og vinna verða spurd um útlitini fyri framtíðina. Mest týðiliga broytingin í treystitalinum var í byggivinnuni, har treystitalið minkaði munandi í mun til í juni 2011.
Tó var treystitalið í fjør summar óvanliga positivt, og kann orsøkin vera, at skipanin við MVG-frítøku av handverkaraútreiðslum til sethúsabygging og –umvæling varð sett úr gildi 1. Januar 2012, og at húsaeigarar tí framskundaðu ætlaðar umvælingar og umbyggingar. Treystitalið fyri byggivinnuna í januar 2012 var neyvt tað sama sum í januar 2011, og tað kann verða tekin um, at støðan á sumri 2011 hevur verið óvanlig.
Um hugt verður nærri eftir orsøkini til niðurgongdina í treystitalinum fyri byggivinnuna sæst eisini, at tað serliga er talið av bíleggingum, sum er minkað seinasta hálvárið. Hesin parturin av treystitalinum er minkaður úr 34 í juni 2011 til -47 í januar 2012. Hóast talið á bíleggingum er minkað, vænta nógv tær flestu byggifyritøkurnar ein óbroyttan tørv á arbeiðsmegi.
Byggifyritøkurnar verða eisini spurdar, hvørjar avmarkingar eru fyri virksemið hjá fyritøkuni. Hóast atgongdin til kvalifiseraða arbeiðsmegi í løtuni ikki er ein stórur trupulleiki fyri byggifyritøkurnar, er tað tó áhugavert, at ein vaksandi partur av fyritøkunum nevna hetta sum eina avmarking í virkseminum hjá fyritøkuni.
Kelda: www.industry.fo