Broytingar í arktiskum ísi og í CO2-ringrásini
Íshavið ávirkast nógv av mannaelvdum veðurlagsbroytingum, og allheims upphiting hevur longu minkað nógv um nøgdina av havísi í Arktis. Hetta væntast at fara at ávirka bæði arktiskar vistskipanir og tað globala veðurlagið. Algur, sum nørast í ovaru løgunum í sjónum, upptaka CO2 úr luftini. Tá hesar algur doyggja, søkkur ein partur til botns, og á henda hátt verður CO2 tikið úr luftini niður í sjógvin og síðani ført niður í djúphavið. Havstovan er við í trimum nýggjum greinum, ið lýsa, hvussu broytingar í havísinum í Arktis kunnu ávirka CO2-ringrásina.
Fyrsta greinin, sum er útgivin í Global Biogeochemical Cycles, kannar hvussu eginleikar í Atlantssjógvi og í sjógvi úr Íshavinum ávirka spjaðing og upptøku av tøðevnum, sum fremja alguvøkstur í Arktis. Les greinina her
Onnur greinin, sum er prentað í Nature Communications Biology, brúkar umhvørvis-DNA-merkir í marinum bitlum til at vísa, hvussu nøgd og útbreiðsla av havísi ávirkar flutningin av CO2, algum og øðrum smáverum niður í djúphavið. Les greinina her.
Í síðstu greinini, sum er prentað í Nature Communications, verða framkomnir sensorar og sjálvvirkin prøvatøkuútgerð, sum liggur í sjónum alt árið, nýtt til at kanna, hvussu broyting í nøgd av havísi ávirkar Íshavið fysiskt og evnafrøðiliga, og hvussu hettar ávirkar flutningin av CO2 úr luftini niður í havið. Les greinina her.