Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Framyvir verður fer Landsverk at bjóða út alla asfaltálegging á landsvegakervinum.

Broytingar á Landsverki

FRAMLEIÐSLA: Landsverk hevur gjørt av at fremja nakrar broytingar, sum hava til endamáls at styrkja um framleiðsluna av asfalti í Føroyum. Broytingarnar verða gjørdar í ásannan av, at pláss er ikki fyri meira enn einum asfaltframleiðara í Føroyum. Eftirspurningurin eftir asfalti er støðugt minkaður seinnu árini, og løtan er nú komin, har neyðugt er at gera nakað við støðuna. 

Landsverk hevur gjørt av at leiga asfaltvirkið á Sundi, ið liggur ógvuliga sentralt í mun til infrakervið, og flytir sum frálíður framleiðsluvirksemið av asfalti til virkið á Sundi. Asfaltverkið á Sundi liggur lágt í landslagnum, og hetta er ein fyrimunur vetrarmánaðirnar, eins og at atløgubryggja er á Sundi, sum ger tað lættari í sambandi við móttøku og avskiping av tilfari til og frá framleiðsluni. 

Við ætlaðu broytingini fer Landsverk at standa einsamalt fyri allari asfaltframleiðslu í landinum, og ætlanin er at økja um skervframleiðsluna og fáa ment og økt um nýtsluna av føroyskum tilfari til asfaltering. 

Umleggingin fer væntandi at hava ta jaligu ávirkan á framleiðsluna, at innflutningurin av ljósa skervinum úr Noregi verður skerdur nakað, tí føroyskur skervur frá dygdargóða suðuroyargrótinum í størri mun kann blandast uppí. Føroyska grótið til asfaltframleiðslu er úr grótbrotinum í Porkeri, og tí verður lættari at flyta grótið úr Suðuroy norður til verkið á Sundi, har atløgubryggja er. 

Broytingarnar merkja somuleiðis, at Landsverk framyvir fer at bjóða út alla asfaltálegging, tí stovnurin metir, at kappingin við verandi, privatu útbjóðarum er nóg góð til at tryggja kapping og bjóða hóskandi, lágan kostnað. 

Tað eru tríggir stórir privatir veitarar á marknaðinum innan asfaltálegging, og tí fer Landsverk sum almennur stovnur at taka seg aftur innan hetta økið. 

Landsverk metir, at við ætlaðu broytingunum verður talan um eina vinn-vinn-støðu, sum allir partar innan asfaltvinnugreinina – og sum ikki minst føroyska infrakervið á landi – fær fyrimun av. Støðan verður tann, at meðan Landsverk fer at standa fyri allari asfaltframleiðslu og fær enn betri møguleikar fyri at styrkja og menna føroyska framleiðslu av gróti, verður útleggingin boðin út í kapping millum privatu fyritøkurnar á marknaðinum. 

Stórrakstrarfyrimunir og tann sannroynd, at Landsverk sum almennur stovnur ikki hevur somu krøv til vinning av framleiðslu, sum ein privat fyritøka hevur, verður talan um lægst møguligan kostnað fyri keyparar av asfalti. Sostatt fer hetta at vera ein fyrimunur fyri samlaða kostnaðin av allari asfaltering í Føroyum, tí framleiðslukostnaðurin verður tann lægst møguligi.