Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Broyting av serstøku byggisamtyktini fyri Myllutjørn

Broyting av serstøku byggisamtyktini fyri Myllutjørn við nýggjari áseting um loyvi til at byggja vindfang.

Tekniska nevnd hevur samtykti at gera eina broyting í serstøku byggisamtyktini fyri Myllutjørn, soleiðis at møguleiki er fyri, at øll sethúsini við Myllutjørn fáa loyvi at gera veggir við høvuðshurðina á veghædd, sum verju ímóti vindi, við ávísum treytum.

Býarskipanardeildin mælir til, at gera nýggjar reglur í samband við stødd, staðseting og snið húsanna. Loyvt er at byggja veggir báðu megin høvuðshurðina í veghædd, sum verju ímóti vindi.

Í samband við at klæða og bjálva veggin ímóti grannamarki ið tey flestu ynskja, mælir Býarskipanardeildin til, at loyvt er at klæða og bjálva betongveggin ímóti grannamarki treytað av, at klædningurin ikki fer inn um grannamark.

Uppskotið hevur verið viðgjørt og var endaliga samtykt á fundi í býráðnum 16. september 2013.