Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Brotsmenn hava og hava havt avgerandi ávirkan á menniskjavándu kósina í høgraradikala Bandittaflokkinum

Gitnir av brúnum anda, bornir í heim av mammontilbiðjarum, útvaldir av kapitalinum til at halda fjøldini niðri og at útnytta hana og til at stuðla øðrum høgravendum kapitalistiskum bandittastýrum kring knøttin.

Hetta er nærum fullgjørt.

Í so máta hava kúgararnir og kraddararnir á landi og sjógvi onki at klaga yvir.

Høgrareligiøs, ið hava klipt eina tá og høgt ein hæl í gleðiboðskapinum, soleiðis at óndu gerningar sigast at skulu hava júst sama virði sum teir góðu, lupu í stórum tali á brúnu vagnarnar, meðan tey sungu:

Vit á gullvognum sita, sum til mammon okkum flyta - av vegnum øll somul, bæði ung og gomul. Takið tykkum í agt, tí vit vilja hava alla makt, og alt at skula hava sagt.

Og frá fyrsta degi fasthildu tey í orð, talu og í gerð: Vertin á, hvat annar fær, eg skal nøra mær - og mínum. Onki við at hjálpa tær og tínum.

Men fleiri av valdu vognstýrarunum í Bandittaflokkinum hava víst seg at verið brotsmenn, og tað mann m.a.hava sínar orsøkir í teirra hugsjónum, ið leggja upp til kúgan og svik. Fyri øll onnur enn tey sjálvi - halda tey - at alt ringt er gott, og at alt gott er ringt, og at tey minstu, sum eru svong, tyst, sjúk ella í fangahúsi, (sum skrivað stendur) ongantíð hava verið, eru, ella fara at verða ein trupulleiki, sum tey eiga ella vilja ella ætla at taka sær av.

Kynisman kennir ongi mørk.

Magt og mamon, og so skít verið við rest. Tann fyrsti vognstýrarin varð dømdur inn at sita fyri fíggjarsvik, men varð - hóast brotsgerðirnar og dómin - eisini valdur í Fólkatingið av bandittaflokkafylkingini. Danir øtaðust, risti við høvdinum og søgdu, at í Fólkatingið slapp hann so ikki, tí hann hoyrdi heima í Vestre Fængsel. Og so varð.

Síðani hava vit hoyrt og lisið um aðrar leiðarar í Bandittaflokkinum, ið hava framt brotsverk, men - sum mær vitandi - ikki eru dømdir.

Hví so mann vera, átti dómsvaldið møguliga at greitt alment frá, tí sjálvt um brotsgerðirnar ikki eru meldaðar, so eigur rættarskipanin at grípa inn, tá brotsverk verða kend í miðlunum og í almenninginum. Soleiðis verður gjørt alla aðrastaðni. Eisini í Danmørk. Hetta fyribyrgir sjálvjustitsi og er við til at fyribyrgja brotsverkum.

Sum nú er, sær tað út sum um, at føroyingar ikki eru eins fyri lógini. At týðandi persónar verða viðgjørdir á ein hátt, meðan vanlig fólk verða viðgjørd á ein annan og strangari hátt. Er tað so, so má praksis broytast.

Ein av leiðarunum framdi skjalafalsan, sum kundi kosta studentaskúlalærara bæði starv og æru, so sum ætlanin eisini var. Hetta varð framt av politiskum ávum. Ein skamblettur og ein svikagerð, sum var avdúkað við grafiskari kanning á Flatlondum. Síðani varð lok lagt á málið. Hví so varð er framvegis ein gáta.

Men bandittaflokkafylkingin bar eisini henda brotsmannin inn í løgting og Fólkating í gullstóli, har hann m.a. etableraði samstarv við nýnazistar, stuðlaði apartheidstýrinum í Suðurafrika, jublaði alment yvir morðið á svenska forsetismálaráðharran Oluf Palme beint eftir drápið, og jublaði somuleiðis yvir drápið á fólkavalda forsetan í forsetaborgini í Chile Salvador Allende. Hetta er tað, fólk minnast hann fyri bæði úti og heima: í Danmørk, í Svøríki , í Chile og Suðurafrika. Og tað er skakandi og stór skomm fyri okkum sum fólk.

Almennu álopini á øll frá nevnda skjalafalsara - uttan bandittafylkingarnar her á landi og í øðrum londum - vóru ofta serstakliga ljót, og henda skrivingin kann lesast m.a. í teim gomlu Dagbløðunum, sum skjótt verða lættari at fáa hendur á. Høgrahond hansara - tá - stjórnar nú Vágaportalinum, sum í grundsjónarmiðum hvílir á somu hugsjón, sum í samarbeiðstíðini teirra millum. Og ein av huldumonnum á nevnda portali tykist at vera áðurnevndi vælkendi ultrahøgravendi bandittaleiðarin. Síðani kann nevnast ein lagursvindlari, ið bleiv formaður í Bandittaflokkinum og síðani løgmaður. Eitt tómt lagur varð falsað til eitt lagurvirði upp á uml. 1 mill. kr. Studningurin var útgoldin honum hareftir.

Onkur hevur sagt, at hann hevur ordnað millumverandi við røttu viðkomandi eftir at falsanin varð vorðin kend. Hetta er fyri sovítt í lagi, men so eiga aðrir falsarar at verða viðgjørdir á sama hátt. Tað kundi kanska verið ein acceptabul loysn. Tí, sum áður nevnt, so eiga vit øll at vera líka fyri lógini. Alt annað er órættvíst, mannminkandi og fullkomuliga óacceptabult, tað kunnu tað vist ikki vera fleiri meiningar um.

Og núverandi leiðarin, ið er settur sum fíggjarmálaráðharri , er alment kendur sum ein, ið ikki kennir mun á mínum og tínum. Sagt verður eisini, at hann harumframt hevur koyrt felag á heysin og harvið givið sama landskassa, sum hann nú situr á, eitt milliónatap.

Mangir av hansara bandittavinum hava annars eisini syrgt fyri, at landskassin hevur mist 10-tals og aftur 10-tals av mill.kr. í ikki goldnum mvg og skatti. Men tílikt sær út til at verða góðtikið, tí: De små tyve hænger man, men de store lader man løbe. Mong hava hildið útsøgnina vera ein vits, men tað er tann reini og skæri sannleiki. Ótrúligt, men satt.

Ei undur í, at mong sita svong, at brekað framhaldandi - hóast undirskrivaða ST-sáttmála - verða forsømd, at sjúkrahús verða tvungin til at skulu spara og spara og spara, tað sama við fólkaskúlanum. Bert fyri at nevna nøkur fá dømi.

Vit skulu spara, verður sagt, men hvat eru orsøkirnar til tess? Tær verða tagdar burtur sum mansmorð. Hvat við, um allir bandittarnir guldu, tað teir eiga at gjalda í mvg. og skatti? Og hvat við um tær 10-tals mill. kr., ið verða latnar teim vælbjargaðu via flatskattaskipanina heldur vórðu nýttar til at hækka vælferðarstøðið við, í staðin fyri sum nú, har alt verður fyllað sundur. Tá hevði av sonnum - í mest sum øllum okkara fólki - verið góður tokki.

Og tað er próvfast, at her snýr tað seg tilsamans um 100-tals mill.kr. sum landskassin kundi nýtt til vælgerandi endamál, um bandittarnir bóru sínar byrðar í staðin fyri at leggja tær á onnur, sum nú verður gjørt.

Og "Troldmandens lærling", sum sær út til at verða stýrdur av Óla, stýrir at síggja til Kaj Leo, so spurningurin er í heila tikið um, hvør ið er faktiski skiparin á samfelagsskútuni, og hvar vit enda við slíkum yvirmonnum, ið einans vilja sigla for til høgru. Vónandi gera fólkini, ið eru við á ferðini, myttarí, so vit kunnu seta aðra kós, ið tænir øllum, og ikki bert teimum, ið longu hava sítt uppi á tí turra.

Tí søgan vísir okkum, at demagogiskir brotsmenn, ið sleppa fram at politisku stýringini , ofta hava villleitt vanliga fólkið og stýrt samfelagið á eina lívshættiliga ella sera tunga og deprimerandi kós fyri tey mongu, meðan onnur - tey frammanundan vælbjargaðu við rætta liti - hava skúmað róman. Hetta kann eisini síggjast í dag. Tí hesir nevndu hava hvørki mørk ella fyrilit , sum ein vanligur borgari hevur, tað hava teir áður til fulnar prógvað. Teir bróta konsekvent mørk, tá teir halda, at tað gagnar teirra endamálum, og fylgirnar verða tí hareftir.

Hartil kemur, at teir ofta hava ilt við at skilja millum, hvat ið er satt, og hvat ið er ósatt. Satt er tað, ið gagnar teirra málum, alt annað er ósatt. At ein fulltrúi í fíggjarmálaráðnum nú um dagarnar alment verður settur til at siga, at flatskatturin er góður, vísir standardin.

Óndar tungur vilja vera við, at næsta høgrastuntið verður gjøgnumført, tá Landsbankin verður fluttur inn í kjallaran hjá Jørgini vesturi í Vágunum.. Men mann tað fara at verða so galið? Tað má helst vera ein joke. Tí ein av fyritreytin sigst eisini at vera, at Bjørn afturfyri fær Fróðskaparsetrið til Trøllanesar og KVF til Syðradals, og tað fer uttan iva at taka sína tíð.

Hetta eru bert brot úr politisku søgu teirra høgrareligiøsu og høgrapolitisku , sum stuðla og manna hava bandittaflokkin síðani 1940. Langt ífrá alt, men kanska nokk til at fleiri - serliga tey, ið eru ov ung til at kunna hava upplivað hesa óhugnaligu søgu - betri kunnu skilja, hvar førdi politiski tramanskapurin hevur sítt politiska útgangsstøði, og hvar hann vil føra okkum, um hann ikki verður steðgaður.

Øll, sum eru ósamd í førda bandittapolitikkinum, eiga at taka stríðið upp, og á allar møguligar mátar ávirka politisku gongdina soleiðis, at politiska kósin verður broytt og aftur kann gerast menniskjavinarlig , og soleiðis at føroyska fólkið sum heild verður viðfarið gott, javnt og rættvíst.

Hetta kann lata seg gera, um vit, ið vilja hava ta nýggju kósina, taka lógvatak saman, og hvør í sínum lagi leggja okkara lodd í solidaritetsvágskálina, meðan vit samfelt syngja úr kenda sálminum, ið flest øll kenna og hava sungið í skúlum og í samkomum kring landið : Gakk tú fram við góðum treyst - 3. ørindi.:

Fyri tí, tú veitst, er rætt, doyggj, um so man verða; tá skal lívið falla lætt, deyðin einki gera.

Dagfinnur Danbjørg.