Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Brot úr postsøguni – tvey hátíðarhald

Í ár hevur føroyska postsøgan tvey minningarhald á breddanum. Fyrra er 150 ára dagurin fyri postlógina frá 7. januar 1871, har Føroyar á fyrsta sinni gjørdist eitt danskt postøki. Hin minnisdagurin er 45. ársdagurin síðan Postverk Føroya, nú Posta, gjørdist ein sjálvstøðugur føroyskur stovnur við ábyrgd fyri postútbering í Føroyum og rætti at framleiða føroysk frímerki.

Vit hava valt at hátíðarhalda merkisdagarnar báðar við at líta aftur um bak við stuttum brotum úr føroysku postsøguni. 

Postlógin frá 7. januar 1871

Í bakgundini á arkinum síggja vit eitt brot av upprunatekstinum til Postlógina frá 7. januar 1871, prentað við gotiskari skrift. Hendan dagføringin av donsku postlógini,førdi við sær, at postviðurskiftini í Føroyum loksins vórðu skipaði sum í restini av Danska ríkinum. Frammanundan hevði kongaligi einahandilin tikið postin til Føroyar, men tá einahandilin varð avtikin í 1856, fall hesin luturin á ymisk sjálvstøðug reiðarí, sum fyri samsýning fluttu postin til landið. Útberingin gekk fyri seg eftir aldargomlu skjúts skipanini, har álagt var monnum kring landið at flyta ferðafólk, farm og post víðari, fyri lítið og lætt. 

Fyrstu postmenninir og postleypurin

Í 1870 lat fyrsta postskrivstovan upp í Havn, við navnframa sýslumanninum H. C. Müller sum postmeistara. Orsakað av postlógarábótini árið eftir, vórðu tríggir postmenn nú settir í starv, at fáa postin víðari út um landið. 

Postleiðin Tórshavn -Trongisvágur, varð røkt av Jóhannis av Reyni, sum bar postin til Suðuroyar um Kirkjubø, Skopun, Sand, stundum Skúvoy - til Hvalbiar, haðani hann fór um fjall til Trongisvágs, har posturin var útflýggjaður til sýslumannin. Fyri túrin fram og aftur, fekk Jóhannis 14 krónur. 

Vesturleiðin, Tórshavn – Miðvágur, varð gingin av Jákup Jacobsen. Hann gekk úr Havn til Kvívíkar, haðani hann varð fluttur við báti yvir á Fútaklett. Haðani gekk hann til fyrst til Sandavágs, so til Miðvágs, har posturin varð borin í prestagarðin. Jákup fekk 8 krónur fyri túrin fram og aftur. 

Á norðanleiðini, Tórshavn - Klaksvík, var Conrad Nicolaisen fyrsti postførarin. Hann fór úr Havn í báti til Søldarfjørð, gekk til Leirvíkar og haðani við báti til Klaksvíkar. Conrad fekk uml. 10 krónur fyri hvønn túr. Allir tríggir postførarnir skuldu bíða 12 tímar á endastaðnum, áðrenn teir fóru heim aftur til Havnar. Posturin varð fluttur sjey ferðir um árið. 

Hvør postførari skuldi vera førur fyri at bera 25 kilo av posti við sær. Til hettar høvdu teir hvør sín lokaðan postleyp, ið varð borin á rygginum. Leyparnir vóru rættuliga stórir og posturin fylti sjáldan nógv í teimum, so teir vórðu eisini nýttir til skiftiklæðini hjá postføraranum og aðrar persónligar lutir. 

Á frímerkjaarkinum sæst postleypurin hjá Conrad Nicolaisen, merktur: Thorshavn – Norderøerne. Leypurin stendur í dag á Norðoya fornminnsavni í Klaksvík. 

”Tornystarin”

leyparnir hjá postførarunum vóru óskotligir og alt ov stórir til mongdina av posti í 1870'árunum. Pakkar komu so at siga ikki fyri, bara brøv – og tey fyltu ikki tað stóra. Petur í Mattalág, sonur Jóhannis á Reyni, sum avloysti faðirin sum postførari á suðurleiðini, skrivaði tí til danska postverkið og spurdi, um teir ikki kundu fáa okkurt minni at bera postin í. Hann fekk so ein sokallaðan Tornystara, ryggsekk úr kópaskinni sendandi, eitt sindur størri enn ein vanlig barnaskúlataska – og í honum rúmtist allur postur til sunnara part av landinum í teimum døgum. Ikki fyrr enn eftir 1890, øktist postmongdin so mikið, at tríggir - fýra mans skuldi til fyri at røkja suðurleiðina. Umtalaði ”Tornystarin” er avmyndaður á frímerkinum til vinstru. 

Postur í vandasjógvi

Postleiðirnar í Norðoyggjum vóru yvirhøvur truplar, stundum beinleiðis vandamiklar fyrr í tíðini. Serliga har brattlendi var fyri, ella har posturin skuldi flytast við báti. Einaferð í 1927 ella 28 kom postførarin Marius í Áranstovu til Mikladals í ringum veðri. Teir vóru tveir við postbátinum og Árant fór einsamallur inn við lítlabáti. Har var so mikið av brimi hendan dagin, at vanliga lendingin ikki kundi brúkast. Hann legði tí at Nevinum, eitt sindur norðanfyri lendingina. 

Postskiftismaður í Mikladali tá var Jóan Magnus Eliasen, Jóan Magnus í Hússtovu. Hann fór á Nevið at taka ímóti postinum og leyp tí niður í bátin til Marius, fyri at tveita postin upp á turt. Meðan hann soleiðis stóð og skuldi til at blaka postsekkin til Trøllanes í land, kom eitt óløgi, sum førdi við sær, at Jóan Magnus misti fótafestið, fall á bláman og hvarv. Marius var skjótur ar taka eina ár, stinga hana í sjógvin og røra runt við henni undir bátinum. Onkursvegna fekk Jóan Magnus fatur á árini og varð soleiðis drigin at borði og bjargaður umborð aftur.

Søgan sigur víðari, At Jákup Dahl próstur var á staðnum tann dagin – hann skuldi til Klaksvíkar við postbátinum, men varð so skelkaður av hendingini, at hann settist aftur. 

Abbabilur

Í 1927 gjørdi postverkið eina avtalu við Gøtu kommunu at syrgja fyri koyring av posti til Gøtu og Fuglafjarðar. Posturin skuldi avheintast í Søldarfirði ella á Skipanesi á Skálafjørðinum. Postbilurin skuldi eisini taka farm og ferðafólk við á leiðini. Bilførari gjørdist Poul Kristoffer Poulsen úr Gøtu. 

Bilin á frímerkjaarkinum fekk Poul Kristoffur í 1935. Hann fekk eyknavnið abbabilur, tí abbadóttur Pouls, Petra, ikki kallaði hann annað – og navnið varð hangandi. Petra giftist við fyrrverandi útvarpsstjóranum Niels Juel Arge og er í skrivandi stund júst vorðin langomma. Persónarnir í bilinum eru bilstjórin Poul Kristoffur og ferðafólkið, Kunoyar Johanna. 

Sum ein kann hugsa sær, vóru líkindini til bilferðslu ikki tey bestu tá á døgum. Serliga tá regn var, hevði vegurin niðan á Gøtueiði lyndi til at upploysast. Onkuntíð stóð so illa til,at menn máttu ganga undan bilinum og fylla grót í ringastu holini. Soleiðis hvarv hvør einasta torvkrógv har um leiðir. 

Tað kom meir enn so fyri, at ferðafólk noyddust deila pláss við fenað av ymsum slag. Einferð hevði Poul Kistoffur enntá ein stóran slaktaðan tarv við í bilinum úr Fuglafirði. Høvd og klógvar vóru skorin av og avroðini tikin úr tarvakrovinum, men so mikið fylti hann, at ferðafólkið til postbátin, noyddust at sita á tarvinum allan vegin til Søldarfjarðar. 

Reyðjakkarnir stempla út

Postboðini í Havn hava altíð verið ein partur av býarmyndini. Kanska enn sjónligari áðrenn postverkið varð yvirtikið, orsaka av teimum eyðkendu donsku postbúnunum. Tað kundi minna eitt sindur um eina festliga skrúðgongu, tá postboðini um morgunin í felag fóru úr gamla posthúsinum í kommunuskúlagarðinum og út á tær einstøku postleiðirnar. Teir eldru starvsmennirnir í reyðum jakka, slipsi og kasjett – aspirantarnir í svørtum jakka við gyltum knappum og kasjett. 

Reyði postjakkin varð bara nýttur í Havn. Í landinum annars var jakkin svartur. 

Postmenn í Havn nýttu annars jakkan tá ein starvsfelagi varð jarðaður. Sjálvt eftir at postverkið varð yvirtikið, er okkurt dømi um jaðarferð, har postmenn bóru gamla danska búnan.

Tá postverkið kom á føroyskar hendur, varð danski búnin lagdur til viks. Men undantøk vóru. Elstu postboðini kundu halda fram sum danskir tænastumenn, sum í prinsippinum vórðu útlæntir til Postverk Føooya – og sostatt halda fram við at brúka reyða jakkan. Ein av teimum var gitni postmaðurin í miðbýnum, Eiler Rubeksen, sum sæst fremstur á frímerkinum. Eiler nýtti danska búnan til hann fór frá vegna aldur.

Blájakkarnir stempla inn

Postboð nú á døgum skulu ikki longur ganga um fjøll, ella rógva um fjarðar og sund, men veðrið er tað sama og arbeiðsumstøðurnar stundum ruskutar. Harafturat hava føroyingar ikki somu starvsmannatradisjónir sum danir. So eftir at postverkið varð yvirtikið, broyttist búnin so líðandi og gjørdist meira lagaligur og gerandisligur.

Fyrstu føroysku búnarnir vóru ein svartur vindjakki og svartar buksur. Hettar hevur við tíðini ment seg til núvrandi postbúnan, ein azurbláur vindjakki við myrkabláum ermum við endurskinsbondum og búmerkinum hjá Posta á brósinum. Buksurnar eru svartar arbeiðsbuksur við stórum síðulummum og endurskinsbondum á legginum. Undir jakkanum bera postboðini antin ein azurbláan ”fleece” jakka, sum eisini kann brúkast sum vanligur jakki á sumri - ella myrkabláa troyggju við búmerki á bróstinum.

Skitsan hjá Slania

Sama ár sum føroyska deildin av Post Danmark gjørdist Postverk Føroya, vórðu fyrstu føroysku frímerkini útgivin. Myndevnini vóru: Merkið, ein føroyskur árabátur í neysti og ein postmaður úr gomlum døgum. Triðja frímerkið á minnisarkinum er ein skitsa, sum meistaragravørurin CZ Slania teknaði í skundi, av árabátinum í neysti.Í marguni stendur á donskum: ”Hofgravør CZ Slanias forslag til inskriptionens placering.” Slania graveraði øll frímerkini tað árið.

Gamalt postskelti úr Havn

Niðast í høgra horni á arkinum sæst eitt gamalt og slitið postskelti úr Havn. Vit lata tað standa sum ein varði úr føroysku postsøguni – tært av tíðarinnar tonn, veðurbart og fult av góðum frásagnum.

Anker Eli Petersen