Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Brot á rúsdrekka- og marknaðarføringslógina

Í samband við tiltakið ‘Móti og Vælvera 11’, ið SMS skipaði fyri í farnu viku, hevur Blái Krossur Føroya klaga SMS fyri brot á rúsdrekka- og marknaðarføringslógina.

Sambært lýsing í bløðunum vóru 300 sonevndir ‘goodiebags’ givnir ókeypis til 300 tey fyrstu vitjandi. Blái Krossur fekk fráboðan um, og váttað av marknaðardeildini hjá SMS, at í hvørjum posa vóru tvær fløskur av øl.

Av hesi orsøk hevur Blái Krossur valt at klaga SMS fyri brot á rúsdrekkalógina, marknaðarføringslógina og góðan marknaðarføringssið við at:

• býta ókeypis rúsdrekka út á einum tiltakið, hvørs heitið – ‘Vælvera’ – leggur upp til annað enn rúsdrekkanýtslu. Rúsdrekka var bæði givið til luttakarar í áðurnevndu posum, umframt at møguleiki var at fáa ókeypis rúsdrekka frá einum bryggjaríi við sonevndum smakkiroyndum.

• geva posar (‘goodiebags’) við rúsdrekka til ung undir 18 ár, ið er týðuligt lógarbrot. Blái Krossur hevur fingið váttan frá navngivnum persóni um hetta, og tað sama er váttað av marknaðardeildini hjá SMS.

• ongastaðnis lýsa, at posarnir vóru ætlaðir fólki yvir 18 ár. Um hetta var ætlanin, so er lýsingin fyri tiltakið villeiðandi. Harumframt er ikki loyvt at lýsa við rúsdrekka.

Harafturat er ivasamt, um bryggjaríið hevði loyvi til at bjóða rúsdrekka ókeypis í eini almennari keypsstøð, har einki krav er til aldur hjá teimum vitjandi. Tað kann heldur ikki vera rætt, at lýst verður við, at eitt føroyskt bryggjarí bjóðar okkurt drekkandi, sum síðan vísir seg at verða rúsdrekka smakkiroyndir.

Blái Krossur Føroya heldur, at hetta átakið er við til at flyta mørkini fyri marknaðarføring av rúsdrekka.