Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bringumynd av mætum Sandavágsmanni avdúkað annan páskadag

Annan páskadag, mánadagin 28. mars 2016, kl.15.00, verður ein bringumynd í bronsu av Sandavágsmanninum og skaldinum Jens Paula Heinesen, avdúkað á miðstaðarøkinum í Sandavági. Tað er myndahøggarin Andrias Andreassen, ið hevur avmyndað rithøvundan. Í sambandi við avdúkingina verður Jens Pauli Heinesen heiðraður við røðum, tónleiki og sangi á miðstaðarøkinum. Aftaná er hugni í SÍF-húsinum.

Tíðindaskriv 23. mars 2016:

Merkisverda skaldið Jens Pauli Heinesen, sum í livitíð sínari legði heili 40 útgivin skaldaverk eftir seg – bæði skaldsøgur, stuttsøgusøvn, sjónleikir við meira – traðkaði  sínar barnaskógvar í Sandavági. Jens Pauli flutti til Havnar longu sum 14 ára gamal, men heimbygdin stóð altíð ljóslivandi fyri honum. Nógvar av søgunum í verkum hansara fara fram í og kring Sandavág. Fáur man hava lýst heimbygd sína við so stórum kærleika sum Jens Pauli Heinesen. 

Hann varð føddur 12. november 1932 og vaks upp á Hammershaimbsvegi 21 í Sandavági sum sjálvur triði av seks systkjum. Foreldrini vóru Petur á Lofti Heinesen, kongsbóndi úr Sandavági, og Anna Maria Malena Heinesen, fødd Johannesen, úr Hesti. Jens Pauli tók læraraprógv í 1956 í Danmark. Hann giftist sama ár við Maud Brimheim úr Klaksvík og fekk trý børn.

Jens Pauli arbeiddi frá 1956 til 1970 sum lærari í Danmark og í Havn, og gjørdi hesi ár nógv fyri at fáa føroyskar skúlabøkur útgivnar. Í 1970 fór hann frá sum lærari fyri at gerast rithøvundur burturav. 

Jens Pauli fekk M.A. Jacobsens Virðisløn tríggjar ferðir – í 1958, í 1973 og í 1993 og var mældur til at fáa virðisløn Norðurlandaráðsins í 1982 og í 1994. Hann fekk Mentanarprís Føroya Landstýris í 1999.

Jens Pauli Heinesen doyði 19. juli 2011, 78 ára gamal.

Hví hevur Vága Kommuna valt at seta upp bronsubringumynd av Jens Paula Heinesen?

- Vága Kommuna ynskir at heiðra skaldið og Sandavágsmannin Jens Paula Heinesen, sum hevur lýst bygdina so meistarliga, við at seta honum ein minnisvarða á miðstaðarøkið í bygdini skamt frá barndómsheimi hansara, sigur Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága Kommunu, og heldur áfram:

- Uppsetingin av minnisvarðanum er ein liður í, at Vága Kommuna ynskir at varpa ljós á ymiskt, sum fólk í kommununi kunnu vera errin av at vísa fram. Vit ynskja at gera søguna og tað serliga í økinum, sum fólk eru góð við, sjónligari í umhvørvinum. Hetta verður gjørt bæði fyri at minna borgararnar og komandi ættarlið á teirra egnu søgu, og eisini fyri at gera vitjandi vart við, hvat kommunan hevur at bjóða av spennandi søgum m.a. um navnfram fólk, sum hava búleikast í kommununi.

- Um vit skulu kunna bjóða fram eitt livandi samfelag til komandi ættarlið í Vága Kommunu, mugu vit, sum búgva í økinum, vera góð við søgu okkara, og vit mugu alla tíðina gera okkara fyri at menna og útbyggja økið. Kommunan kann fáa nógv meira burturúr t.d. ferðavinnu, sum er ein vaksandi vinna, ið kann vera eitt gott ískoyti til aðrar vinnur í oynni og menna økið. 
 
- Við t.d. at seta upp standmyndir, ið gera søgurnar úr økinum sjónligari, geva vit  borgarunum nakað at vísa fram fyri øðrum, sum tey kunnu fortelja um við stoltleika. Harvið fær eisini ferðavinnan í Vágum eitt gylt høvi at mennast enn meira. Sagnir, søga og náttúra eru lyklaorð, tá ið um ferðavinnu ræður, og við at varpa ljós á mætu skøldini úr kommunu okkara geva vit ferðavinnuni eitt bein afturat at standa á.

- Hetta kann vera við til at draga fleiri vitjandi til Vága Kommuni bæði á sumri og á vetri. Vit eru ikki í iva um, at verður rætt atborið, eru góðir møguleikar at menna fleiri upplivingar kring íløguna í bringumyndina av Jens Paula Heinesen. Her kunnu hugsast gylt høvi fyri útferðum og náttúruupplivingum, sum taka støði í umfatandi skaldskapinum hjá rithøvundanum, sum í so mongum førum nettupp fer fram í og kring Sandavágs bygd. 

- Hetta er orsøkin til, at vit í fjør heittu á myndahøggaran Andrias Andreassen, sum longu hevði avmyndað skaldið í 2002 við eini bringumynd í gipsi, tá Jens Pauli enn var á lívi, um at fáa stoypt hesa fínu bringumynd í bronsu, sigur Rósa Samuelsen, borgarstjóri, at enda.

Meira fæst at vita við at seta seg í samband við Rósu Samuelsen, borgarstjóra, á tlf. 794410 ella við t-posti: rosa@vaga.fo, ella við Elina Brimheim Heinesen, dóttir Jens Paula Heinesen, á tlf. 292506 ella við t-posti: elinbh@setur.fo.

Bronsubringumynd av Jens Paula Heinesen avdúkað 
á miðstaðarøkinum í Sandavági 

Skrá annan páskadag, 28. mars 2016, kl. 15.00:
15.00 Tónleikur: 

Blásarakvintettin Kójak spælir
15.05 Innleiðing: 

Rósa Samuelsen, borgarstjóri, innleiðir tiltakið 
15.10 Røða: 

Elin Brimheim Heinesen heldur røðu.um pápa sín, Jens Paula Heinesen
15.15 Tónleikur: 

Elin Brimheim Heinesen spælir lagið "Sóleyan" við teksti eftir Jens Paula Heinesen
15.20 Avdúking: 

Jóannes Heinesen, bróðir Jens Paula Heinesen, avdúkar bronsubringumyndina saman við Rósu Samuelsen, borgarstjóra, og Andrias Andreassen, myndahøggari, heldur stutta takkarrøðu
15.25 Røða: 

Hanus Kamban heldur røðu um Jens Paula Heinesen

15.30 Tónleikur: 
Greta Svabo Bech, Unn Paturson og Elin Brimheim Heinesen syngja lagið "Heystnáttin" við teksti eftir Jens Paula Heinesen