Bridgelandsliðið: Magni Jøkladal, liðskipari, Árni M. Dam, Bogi Simonsen, Símun Lassaberg, Arne Mikkelsen og P. O. Sundelin, venjari.
Bridgelandsliðið við í altjóða kapping
Bridgelandsliðið skal hósdagin spæla fyrstu dystirnar í kappingini millum smáar bridgetjóðir í Evropa.
Á landsliðnum eru Símun Lassaberg, Árni M. Dam, Bogi Simonsen og Arne Mikkelsen. Magni Jøkladal er liðskipari, og Per Olof Sundelin úr Svøríki er venjari.
Kappingin er millum smáar bridgetjóðir, sum eru tjóðir í Evropa, ið hava fáment
bridgesambond við fáum spælarum.
Í alt eru 18 lond við i kappingini, sum verður spæld í Budapest frá hósdegnum
25. oktober til leygardagin 27. oktober. Føroyar hava áður verið við til EM og
NM, men ikki til hesa kapping, sum ikki er eins sterk og hinar báðar.
Til ber at finna leinki til kappingina á www.bridge.fo.