Bridge: Spæla somu kort í øllum Evropa
Evropeiska Bridgesambandið skipar hvørt ár í januar fyri vælgerðarbridge. Luttøkugjald og aðrar inntøkur fara hesiferð sum peningahjálp til ST-felagsskapin UNICEF.
Leygardagin verður bridgekapping, har alt Evropa og bridgespælarar í Føroyum spæla somu kort – hetta verður kalla simultanbridge. Kappingin leygardagin eitur Føroya Simultan. Tá øll spæla somu kort ber til at samabera úrslitini hjá øllum pørunum kring Evropa.
Kortini skulu blandast, men í bridgekappingum verða tey blandað niður í kortmappur. Fýra lummar eru til 13 kort í hvørjum. Í eini bridgekapping verða mappurnar fluttar frá borði til borð, so øll spæla somu kort.
Evropeiska Bridgesambandið skipar í januar fyri vælgerðarbridge, har luttøkugjald og aðrar inntøkur fara til okkurt hjálpararbeiði. Áður er peningur latin til hjálpararbeiðið eftir flóðalduna í Asia og til hjápararbeiðið eftir jarðsjálvtan í Pakistan.
Føroya Simultan verður spælt leygardagin 28. januar í Klaksvík, Havn og í Suðri.