Bridge: Liðið hjá Per Kallsberg vann oddadyst
Í 2. deild hevur liðið hjá Onnu Olsen lagt seg longur á odda.
Liðini hjá Per Kallsberg (Ballle, Jóannes Mourtisen, Egil Sondum) og Boga Simonsen (Arne Mikkelsen, Arnbjørn Sivertsen, Jens Midjord, Jákup Hjaltalin, Hans Jacob Petersen) spældu dystin um 1. plássið, tá annað umfar í FM fyri lið í bridge varð spælt leygardagin.
Liðini lógu á 50 og 49 stigum áðrenn 3. dyst. Bæði liðini vunnu 3. dyst við 25, so 4. dysturin var um 1. plássið. Liðið hjá Per Kallsberg vann dystin so sannførandi, sum 22-8 og liggur nú á einum greiðum 1. plássi.
Liðið hjá Boga Simonsen eru føroyameistarar, so nú tykist rættuligur spenningur at verða komin í. Liðini longri niðri í 1. deild kunnu knappliga fáa avgerandi týdnng, um tey taka stig frá teimum báðum fremstu liðunum.
Í 2. deild liggur liðið hjá Onnu Olsen (Eva Berg, Jógvan Juel, Jóna Grunnveit) á odda. Liðini hjá Halli Ellingsgaaard og Óla Holm vóru ikki við í 1. umfari, men fingu ávikavist 41 og 4 stig í 3. og 4 dysti. Tey bæði liðni hava avtalað at spæla sín innanhýsis dyst í Vági nú í vetur.
Fleiri úrslit á www.bridge.fo