
Símun Lassaberg og Rói á Rógvi Joensen liggja sum triðja besta parið nú tríggir dystir eru eftir.
Bridge: Á veg til gott úrslit
Føroyska bridgelandsliðið hevur fingið framúr góð úrslit í Norðurlandameistarkappingini, sum er á Hotel Føroyum.Nú tríggir dystir eru eftir, liggja Føroyar nummar tvey.
Føroyska landsliðið í opnum raði liggur í løtuni til besta úrslit nakrantíð í NM í bridge.
Ein dystur verður afturat í kvøld og fyrrapartin í morgin eru tveir dystir.
Til ber at fylgja við úrslitunum á heimasíðuni hjá Føroya Bridgesambandi.