Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Breyt seglið

LØGREGLAN GAV LOYVI TIL AT TAKA SKJØLINI: Tað er alment kent, at løgreglan kom seint inn í drápsmálið í móti Dánial Petur Hansen, betur kendur undir navninum “Piddi”. Skjótt komu tey eftir, at talan kundi vera um morð, og mannagongdin er so, at tryggja morðstaðið, og tað ger løgreglan við at seta  strimla-gyrðingar upp, sum vísir, at løgreglan hevur  tryggja sær, at ongin óviðkomandi sleppur inn at órógva, taka prógv, ella vassa í prógvum. Men løgreglan gjørdi í hvussu so er eitt undantak. Tað var at loyva ávísum persónum, at fara inn í morðstaðið á Gerðisvegi, og taka tey skjøl, sum hoyrdi til Sp/f Atlantic Fair.

Grein úr Oyggjatíðindum 3. oktober 2014

Tá ið málið varð fyrireikað til rættin, vóru tað fólk í familjuni, sum vildu sleppa at vitna um júst hetta, tí viðkomandi ikki metti  at hendan mannagongdin var lóglig, ella eftir bókini, sum eisini verður sagt, men fekk at vita frá ákæruvaldinum, at ætlaði hann at vitna um hetta, so var ikki brúk fyri honum í rættinum.

Hesin slapp so heldur ikki at vitna. Ongin, sum vildi siga nakað annað enn tað, ákæruvaldið hevði sett út í kortið, slapp framat í rættinum. Oyggjatíðindi hevur navnið. Í blaðnum seinast lýstu vit støðuna, sum Karin Johansen, systkinabarn hjá Pidda upplivdi støðuna, tá hon leygardagin 5. November 2010, bankaði uppá á Gerðisvegi, og møtti fyrrverandi konu Pidda í durðinum. Hon slapp heldur ikki at vitna, hóast fyrrerandi konan segði seg ongantíð hava verið inni aftur í húsinum síðani hon skildist frá manninum.

Blaðið hevur fingið fatur í uppskoti til býtisavtalu, ið skuldi brúkast í samráðingunum millum Pidda og Duritu, sum skuldi seta punktum fyri skilnaðinum.

Piddi hevði fingið sær advokatin, Jógvan E. Winther Poulsen, Frúutrøð 4, at seta upp avtaluna, men lat okkum tó fyrst  taka afuríaftur støðuna, sum var galdandi tá tey keyptu húsini, og ikki minst´, umskipaðu lánini, og fingu ein skáa uppá 10 avdráttarfrí ár:

11. januar 2013 skrivaði Oyggjatíðindi , at Durita og Piddi, keypa húsini á Gerðisvegi 34 í Saltangará, 2. oktober í 2003, fyri 1,3 milliónir krónur, men tað er Durita, sum stendur fyri láninum, sum verður hækkað við einum ognarveðbrævið  við fráboðan frá Eik uppá 1,4 millión krónur.

Men tað hevur ongan praktiskan týdning hvør av teimum stendur fyri láninum, tá tey eru hjún, og eiga tískil hvør sína helvt av ognini og skuldini.

Men seinni – í 2010, tá Eik kemur í trupulleikar, og hevði brúk fyri at sleppa av við lán, sum vóru hægri enn real virðini í ognunum, verður avtalað gjørd við BRF Kredit, sum førir til, at eisini lánið í húsinum hjá Pidda og Duritu, verður umlagt av BRF – eitt veðbræv uppá  kr. 305.000,00 og eitt veðbræv uppá eina góða millión krónur. Hetta hendir 25. mars 2010.

Durita er lántakarin, men tey fáa við umleggingini ein avdráttarskáa uppá 10 ár, men skuldin hekk.

Nú skuldi so uppgerðin fara fram, og hana skuldi Jógvan advokaturin, Elias Winther Poulsen, standa fyri:
Lagt verður út við at siga, at talan er um sethúsaogn matr. Nr. 257 h, Glyvrar, og at ognin er tinglýst í navninum hjá Duritu Hansen við tinglýstum ognarbrævi, dagfest 2. Oktober 2003.

Ætlanin var, at avtala, at ognin skuldi tinglýsast í navninum hjá Dánial Petur Hansen, sum eisini skuldi standa sum einsamallur eigari av sethúsaognini. Við avhendanina verður tinglýsingarvirðið sett til kr. 1.550.000,00.

Upplýst var, at veðskuldin í ognini tá var umleið kr. 1.320.000,00, sum skuldi yvirtakast av Dánial Petur Hansen í samband við, at ognarheimild hansara í ognini skuldi tinglýsast.

Men alt hetta var treytað av tilsøgn frá peningastovni.

Semjast skuldi eisini vera um, at Danial Petur Hansen, skuldi yvirtaka innbúgvið, sum hoyrdi til sethúsaognina, og sambært uppskotinum skuldu tey somuleiðis semjast um, at Durita Hansen úttekur allar persónligar ognarlutir, ið hon átti, úr húsinum.

Síðani koma vit til § 3 í býtisavtaluni, so sum advokaturin, Petur Elias Winther Poulsen, hevur sett hana upp. Har stendur:

Vit eru samd um, at Dánial Petur Hansen úttekur smápartapeningin í Sp/f Atlantic Fair, skrás. Nr. 3053, og Sp/f, skrás. Nr. 4862, at eiga einsamallur, og hann verður noteraður sum eigari av smápartapeninginum í hesum smápartafeløgum í smápartaeigarayvirlitinum fyri feløgini,

Hjúnuni áttu partabrøv í BankNordik fyri 10 túsund, og eftir býtisavtaluni, skuldu partarnir fáa hvør sína helvt.

Konan skuldi yvirtaka bilin PE 326, og í samband við skiftið millum partarnar rindar Dánial Petur Hansen, kr. 115.000,00 til  fyrrverandi konuna.

Annars skuldi partarnir deila møguliga aðra ogn og skuld, eins og sama avtala var gjørd í samband við avlops- ella írestandi skatt, og at hvørgin skuldi heldur gjalda undirhaldspening.

Avtalan var ikki undirskrivað, og heldur ikki dagfest. Áðrenn tað kom so langt, varð Piddi dripin.

Vit vita, at fyrrverandi konan hjá Pidda royndi at keypa onnur hús, men alment kom fram gjøgnum annan advokat, sum hon nýtti, at hon átti ongar pengar átti.

Sum skilst var tað sýslumaðurin, ið gav loyvi til at skjølini í samband við smápartafeløgini, kundu takast út, sjálvt um talan var um eina sethúsaogn, ið av løgregluni var “seglað”, sum morðstað. 

Sambært tíðundunum, sum bórust undir kanningararbeiðinum, so varð eisini leitað eftir pengum í sethúsaognini, men eingin hevur váttað, at hetta varð funnið.

Skiftið ikki liðugt, og býtisavtalan kom ongantíð til viðgerðar. Var skiftið liðugt, so var eingin trygging at gjalda skuldina í húsinum út við, og so kom Durita, at hanga uppá sín part av skuldini í húsinum á Gerðisvegi 34.

Løgreglan gav loyvi til at taka skjølini og breyt seglið, hóast ognin var eitt morðstað.