Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Brexit broytir føroyskan uttanríkispolitikk

Dan Klein --- 10.05.2017 - 09:30

BREXIT: Brexit er millum størstu heimspolitisku hendingarnar í okkara tíð, og vit kunnu vænta fleiri broytingar á handils- og fiskivinnuøkinum, heldur løgmaður 

Brexit er ein av okkara størstu uttanríkispolitisku avbjóðingum júst nú. Við Brexit kunnu vit vænta fleiri broytingar á handils- og fiskivinnuøkinum, ið eru hornasteinar í føroyskum uttanríkispolitikki. Tað segði løgmaður millum annað, tá ið hann á Brexit-ráðstevnu seinnapartin greiddi frá føroysku áhugamálunum.

“Landsstýrið leggur nógv fyri til tess at fremja okkara áhugamál. Vit hava sett ein serligan Brexit-bólk og vit hava sett okkum í samband við bretsku og skotsku stjórnirnar fyri at tosa um broytingarnar og framtíðar møguleikar,” segði Aksel V. Johannesen millum annað í røðu síni.

Brexit-bólkurin hevur til endamáls at fylgja gongdini og at greina, hvørjar avleiðingar og møguleikar Brexit hevur við sær fyri Føroyar.

”Bretski marknaðurin er millum størstu útflutningsmarknaðirnar hjá okkum. Í nógv ár var Bretland okkara tættasti handilsfelagi. Fyri fáum árum síðani vóru Føroyar triðstørsti fiskavøruútflytarin til bretska marknaðin. Seinastu 10 árini er útflutningurin til Bretlands tó minkaður nakað, og hetta kemst serliga av, at toskastovnurin er so illa fyri,” vísti løgmaður á.

Bretar keypa fyrst og fremst føroyskan tosk og føroyskan laks. Í 2016 stóð toskur fyri einum triðingi av útflutningsvirðinum til Bretlands, og aldur laksur fyri næstan 40%. Hini størru fiskasløgini eru hýsa, svartkalvi og upsi. Góð 3% av samlaða innflutningsvirðinum er úr Bretlandi. Talan er serliga um mat, drykkjuvørur, tubbak og bilar.

Løgmaður heldur, at nú vit standa í einari broytingartíð, er tað týdningarmikið at vit seta okkum greið mál.

”Okkara mál á handilsøkinum er púra greitt: Vit vilja hava líka góð ella betri viðurskifti við Bretland komandi árini. Tað sama ger seg galdandi á fiskivinnuøkinum,” segði løgmaður.