Bretar drála við at góðkenna nýggjar kjarnorkuútbyggingar
Bretland stendur yvir fyri eini ovurstórari orkuavbjóðing.
Innan 2016 skulu 12 GW kola- og gassorkuverk lata aftur, og samstundis er góðkenningin av 16 GW kjarnorku seinkað.
Henda ikki broytingar, fer hetta at hava við sær, at triðja hvørt húski í Bretlandi verður so illa fyri av orkuprísunum í 2030, at tey fara at liva í sokallaðum 'fuel poverty' - brennievnisfátækradømi.
Soleiðis ljóðar ávaringin í eini nýggjari frágreiðing, sum Tony Lodge, orkugreinari í hugskotsbankanum Centre for Policy Studies í London, hevur gjørt.
Bretar brúka fyribrigdið 'fuel poverty', tá eitt húski brúkar meiri enn tíggju prosent av inntøkuni til upphiting.
8,5 miljónir fátøk húski
Í dag liva stívliga seks miljónir húski í fuel poverty. Og hetta talið fer at vaksa við sløkum tveimum miljónum til 8,5 miljónir í 2030, setur bretska stjórnin ikki ferð á útbyggingina av nýggjari kjarnorku, stendur í frágreiðingini.
Fleiri feløg hava umsóknir inni, men góðkenningarnar av nýggju reaktorunum sum EPR og AP1000 taka tíð og eru seinkaðar millum annað sum avleiðing av vanlukkuni á Fukushima-Daiichi.
Millum áhugaðu feløgini er franska EDF, ið ætlar at byggja tvey verk við tilsamans fýra reaktorum. Í alt eru ætlanir um 16 GW nýggja kjarnorku, ið skulu koma í rakstur frá 2018 til 2023. Tey skulu millum annað avloysa 12 GW kola- og gassorkuverk, sum sambært ES-reglur skulu latast aftur innan 2016.
Tony Lodge vísir á, at grundprísurin á CO2, sum bretska stjórnin ætlar at seta í gildi, carbon price floor, fer at skaða útbyggingina av kjarnorkuni. Stjórnin eigur at umhugsa at útseta CO2-prísin frá 2013 til í fyrsta lagi eftir 2016, verður sagt. Annars fær tað avleiðingar fyri bretska kappingarførið og brúkaraprísirnar.
- Úrslitið av hesum kann verða øktur innflutningur av orku, grundaður á fossil brennievni, og beina fyri grundarlagnum fyri útflutningi av bretskari orku. Hetta fer at hótta útbyggingina av nýggjari kjarnorku, skrivar Tony Lodge í frágreiðingini, og mælir stjórnini til at bíða eftir ES-ásettum minstaprísum á CO2.
Frágreiðingin leggur harumframt dent á, at bretska stjórnin við núverandi politikki sínum veitir ov stóran stuðul til varandi orku, sum hóast íverksetanina av nýggjum stórum frálanda sjóvindorkulundum, ikki økir stórvegis um framleiðsluna.
Samstundis ber politikkurin í sær, at "kjarnorkuholið" verður fylt við orku, ið verður framleidd úr jarðgassi. Hetta kann økja gasspartin av elframleiðsluni til 80 prosent í 2020, ávarar frágreiðingin.
Kelda: www.sev.fo