Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Brennistøðin á Hjalla stongd í tvær vikur

Leygardagin kom eldur í siloina á Brennistøðini á Hjalla. Orsøkin var, at eitthvørt eldfimt var komið í kvørnina, sum mest knúsar timbur, áðrenn tað verður blandað við øðrum ruski í siloini, haðan ruskið verður grabbað inn í ovnin.

Skaðin er umfatandi, serliga er tað elektriski parturin á krananum, sum hevur fingið stóran skaða. Tað fer at taka um 14 dagar at gera eina fyribils umvæling, so Brennistøðin aftur kann taka ímóti ruski.

Tað var sera óheppið, at skaðin hendi beint nú, tí herfyri er ein umbygging farin fram, sum tók tvær vikur, og allar goymslur eru tí á tremur.

Leiðslan á Brennistøðini á Hjalla hevur gjørt eina avtalu við IRF, sum tekur ímóti øllum húsarhaldsruskinum. Tað vil siga, at húsarhaldsruskið verður heintað sum vanligt.

Men siloin verður stongd og endurnýtslan verður eisini stongd, t.v.s. at hesar tvær vikurnar ber heldur ikki til at koma við privatum ruski.

Er átrokandi at sleppa av við rusk ber til at venda sær til Brennistøðina, sum metir um tað í hvørjum einstøkum føri. Hetta er serliga ætlað til matvøruhandlar o.a.t.