Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Breivik og Breckvík hava nógv til felags

Vert er at leggja sær í geyma, at fyrilestur um Breivik verður hildin í Norðurlandahúsinum 25. juli kl. 20.

Okkara Breckvík hatar – eins og Breivík – øll vinstrahall, men meðan Breivík skjýtur og drepur hesu, so er Breckvík bagmaður við eggjandi orðunum til vápnað stríð móti sosialistum, ið hava stríðst og stríðast móti kúgan, neyð og fátækradømi, og mong eru pínd og dripin m.a í Afrika og Suðuramerika, meðan okkara Breckvíkari hevur frøtt seg í sínum sadistiska og følilsiskalda hami.

Breivik drap 77 fólk, meðan Breckvík aktivt stuðlaði dráp og meinslan av kvinnum, monnum og børnum í túsundvísatali ymsastaðni kring knøttin. Men meðan Breivik situr innisperraður, so gongur Breckvík leysur enn. Hann er bakmaður, ið fær onnur at útinna skitna verkið. Skjalafalsan er heldur ikki ókent fyribrigdi, tá sosialistar skulu dálkast. Kaldur og kyniskur psykopatur uttan vanlig menniskjanslig følilsir.

At ein tílikur úthálaður høgraradikalur á uttasta veinginum fær innivist hjá teim áður heiðurskrónaðu sosialistunum bert fyri vinning, er mær óbegrípiligt. Tí nú kann hann halda áframm við sínum hatsku álopum meðan hann gálvar til vinstru.

Og meðan norðmenn seta Breivik upp á pláss, eigi vit at fyrireika Breckvík upp á, at ætlar hann sær aftur til tað Ónda stað, haðani hann uttan iva einaferð er komin frá, so skal hann bert halda áfram á sama hátt, sum higartil.

Dagfinnur Danbjørg.